Hetta kann ómøguligt fara at henda

Tað svarar til, at IRF letur brennistøðina aftur, sigur deildarleiðari á Umhvørvisstovuni

 

 

– Hatta kann ikki henda.

Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, svarar stutt og greitt, tá ið hann verður spurdur, hvat fer at henda, nú IRF ikki fær tikið ímóti spillolju longur.

IRF tekur ímóti spillolju frá skipum og virkjum, og reinsar hana, soleiðis at hon kann brúkast aftur. Men nú sleppa tey ikki longur av við tað reinsaðu oljuna, tí teir størstu keypararnir eru bakkaðir út og hava fingið aðrar loysnir.

Tá ið IRF sostatt ikki longur hevur inntøkur av at selja reinsaða olju, fáa tey útreiðslur av at senda sepilloljuna av landinum.

Men tað hava tey ikki fígging til, og tískil hava tey biðið landsstýrið um 2,4 milliónir í eykajáttan til endamálið - men landsstýrið hevur sagt nei.

Sostatt er vandi fyri, at vit stevna beint ímóti størstu umhvørvisvanlukku í Føroya Søgu, segði stjórin í IRF við okkum sunnumorgunin.

 

Hann segði, at tað hevur skund at finna eina loysn, og tað, sum eftir er av árinum í ár, eru tað einir 1.500 rúmmetrar av spillolju, sum skulu herbergast. Les meiri um tað HER

 

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhørvismálum. Men fyri Suna Petersen er tað púra veruleikafjart, at vit koma í ta støðu, at eingin tekur ímóti spilloljuni.

– Tað kann ikki henda. Tað hevði svara til, at IRF stongdi brennistøðina, sigur hann.

Men hvussu trupulleikin verður loystur, dugir hann ikki at siga.

Hann leggur kortini dent á, at tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av, at taka ímóti øllum burturkasti, eisini spillolju.

At IRF so hevur átikið sær ábyrgdina av at fáa hana burturbeinda, er ein heilt onnur søga.

Men tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av at taka ímóti spilloljuni, og at fáa hana burturbeinda eftir forskriftunum, sigur deildarleiðarin á Umhvørvisstovuni

Og at stoyta oljuna á sjógv, ella aðrastaðni í náttúruni, er sjálvsagt strangliga bannað, leggur hann afturat.