- Eg hopi, at tey bæði yngstu børnini, sum eftir eru, fara at yvirliva og gerast frísk, soleiðis at tey kunnu liva víðari saman við pápanum.

- Hetta kom sum eitt sjokk

Vinfólk hjá raktu familjuni í Tromsø siga, at tey høvdu stóra virðing fyri mammuni, sum var eitt ógvuliga róligt og gott menniskja.

 

 

- Eg hopi, at tey bæði yngstu børnini, sum eftir eru, fara at yvirliva og gerast frísk, soleiðis at tey kunnu liva víðari saman við pápanum.

 

Millum vinfólkini hjá familjuni í Tromsø, sum hevur verið fyri teirri hørðu lagnu, at ein ung mamma og seks ára gamla dóttir hennara eru deyðar, eru Ahmed Idris og Adam Abdelaziz.

Teir hava eins og familjan, sum nú er rakt, eisini sín uppruna í Sundan. Báðir eru teir vinfólk við raktu familjuna, og síðan hendingina mánakvøldið hava teir fleiri ferðir verið í samband við mannin og pápan.

Ahmed Idris og Adam Abdelaziz lýsa pápan, sum ein mann í stórari sorg, og teir lýsa sudanska umhvørvið í Tromsø, sum tilsamans telur eini 60 fólk, vaksin og børn, sum eitt umhvørvi í sjokki.

Teir siga, at pápin er hjá døtrunum á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo, har tær báðar, sum eru hálvt annað og fýra ára gamlar, nú stríðast fyri lívinum. Mamman til tær tríggjar genturnar, sum doyði mánakvøldið, er undir illgruna fyri dráp og drápsroynd.

Elsta dóttirin, sum er seks ára gomul, endaði eisini á sjónum henda feigdardag, og hon slapp ikki burtur úr hendingini við lívinum. Tá tær vórðu bjargaðar til lands, vóru allar fýra lívleysar, og bæði elsta dóttirin og mamman vórðu staðfestar deyðar mánakvøldið. 

Tv2.no veit at siga, at bæði Ahmed Idris og Adam Abdelaziz eru sentralir persónar í sudanska umhvørvinum í Tromsø. - Vit hava ikki fingið sovið eftir hendingina, og vit hava grátið nógv. Vit vita einki um, hví hetta knappliga hendi, sigur Ahmed Idris.

Tá tv2.no hittir teir báðar í Tromsø, hava teir trupult við at halda grátinum aftur, og teir bresta út úr at gráta fleiri ferðir undir samrøðuni. Adam Abdelaziz sigur, at hann koyrdi pápan til flogvøllin, tá hann fór til Oslo at vera hjá teimum báðum yngstu, ið eftir eru.

- Tá hann kom heim úr arbeiði seinnapartin mánadagin, var eingin heima. Hann fór út at leita, men fann ongan. Pápin setti seg í samband við grannar, men har vóru tey ikki. Pápin visti einki, fyrr enn løgreglan kom á dyrnar, sigur Adam Abdelaziz.

Ahmed Idris sigur, at hann hevur snakkað við pápan. - Hann grætur nógv. Tað gera vit eisini, men hetta er tíbetur ein góður og róligur maður, sum ikki lætt missir høvdið, leggur vinmaðurin aftrat.

Ahmed Idris og Adam Abdelaziz siga seg ikki duga at meta um, hvussu pápin nú skal megna at koma víðari við lívinum. - Men, eg hopi, at tey bæði yngstu børnini, sum eftir eru, fara at yvirliva og gerast frísk, soleiðis at tey kunnu liva víðari saman við pápanum, sigur Ahmed Idris.

Hann endurtekur, at sudanska umhvørvið í Tromsø er í sjokki, og hann vísir á, at tey gjarna vilja hava eitt svar, sum sigur teimum, hvussu hetta knappliga kundi henda. - At síggja til hevði familjan, sum nú er so hart rakt, tað gott.

Ahmed Idris sigur, at hann hevði stóra virðing fyri mammuni, sum hann lýsir ógvuliga róliga og sum eitt gott menniskja.

- Vit, sum eru úr Sudan og búgva í Noregi, eru næstan sum ein familja. Nú mugu vit seta okkum saman at snakka um, hvat vit skulu gera, leggur hann aftrat.

- Eg hopi, at tey bæði yngstu børnini, sum eftir eru, fara at yvirliva og gerast frísk, soleiðis at tey kunnu liva víðari saman við pápanum.