Bjarnadýrið kann liva í tíggju ár uttan vatn, og tað megnar at yvirliva ógvusligar strálingar, ógvusligt trýst, hita og kulda.

Hetta lítla dýrið kann liva á mánanum

Ísraelska rúmdarfarið Beresheet, sum fór í knús á mánanum hin 11. apríl í ár, hevði fleiri túsund bjarnadýr við sær.

 

Bjarnadýrið kann liva í tíggju ár uttan vatn, og tað megnar at yvirliva ógvusligar strálingar, ógvusligt trýst, hita og kulda.

 

Granskarar eru sannførdir um, at fleiri túsund elalítil dýr av hesum slag, sum myndin oman fyri vísir, nú liva á mánanum. Tey komu á mánan við einum rúmdarfari, sum stoytti seg undir lending og fór í knús á mánanum fyrr í ár. 

Hetta undurdýrið - tardigrade ella bjarnadýrið, sum tað vanliga verður rópt - kann knappliga síggjast við berum eygum, tí tað verður sjáldan størri enn ein millimetur. Hetta er tað mest harðføra dýrið, sum nakar veit um.

Bjarnadýrið kann liva í tíggju ár uttan vatn, og tað megnar at yvirliva ógvusligar strálingar, ógvusligt trýst, hita, kulda - og sambært NRK nýtist dýrinum heldur ikki luft.

NRK veit at siga, at fleiri túsund dýr av hesum slag vóru í lastini á ísraelska rúmdarfarinum Beresheet, sum skuldi lenda á mánanum hin 11. apríl í ár. Men, lendingin gekk ikki eftir ætlan, tí rúmdarfarið fór snøgt sagt í knús.

Smáu dýrini vóru í einum hylki, har eisini vóru nógvir ymiskir upplýsingar um jørðina. 

- Vit rokna við, at hylkið er tað einasta í rúmdarfarinum, sum megnaði fallið, sigur Nova Spivack við heimasíðuna, Wired. Nova Spivack er leiðari í tí, sum kallast Arch Mission Foundation.

Endamálið við Arch Mission Foundation er at varðveita menniskjaliga kunnleikan við at senda hann út í rúmdina. Nova Spivack heldur, at sjálvur bygnaðurin av nevnda hylki við forseglaðu plátunum úr nikkul hevur syrgt fyri, at hylkið ikki oyðilegðist, tá rúmdarfarið fór í knús.

##med2##

At dýrini vóru við á rúmdarferðini uttan, at almenningurin frammanundan fekk kunnleika um hetta, hevur vakt ans seinastu dagarnar.

Orsøkin til, at almenningurin ikki visti um hetta, var sambært Nova Spivack, at avgerðin um at taka dýrið við á ferðina ikki varð tikin fyrr enn nakrar vikur fyri fráferð. Saman við bjarnadýrunum og ymiskum upplýsingum var eisini hár og blóð frá menniskjum við á ferðini til mánan.

Loyndarmálið við bjarnadýrunum er, at tey kunnu yvirliva ógvusligan turk, og tey kunnu fáa neyðugu vætuna úr egnum likami. Men, skulu hesi dýr nørast, er neyðugt við vatni, og hetta finst sambært NRK ikki á mánanum.

Tískil er eingin vandi fyri, at bjarnadýrið fer at nørast og fjølgast á mánanum. - Lívleysi mánin hevur ikki status sum verndarøki. Men, á planetini mars kann vera gamalt lív, og har eru tískil stangar avmarkingar, veit NRK eisini at siga.

##med3##

Lagt verður aftrat, at tá mánin áður hevur verið vitjaður av menniskjum, hava Apollo-rúmdarfólk latið eftir seg skarn og soleiðis eisini bakteriur frá jørðini.

 

 

Bjarnadýrið kann liva í tíggju ár uttan vatn, og tað megnar at yvirliva ógvusligar strálingar, ógvusligt trýst, hita og kulda.

Her endaði ísraelska rúmdarfarið sínar dagar - í knúsi á mánanum.