Hetta má aldrin henda aftur

Tað, sum fakfelagið gjørdi seinast, var uttan fyri alt sømiligt mark, sigur løgtingsmaður

Tordur Niclasen ivast ikki í, at hetta verður loyst

Tordur Niclasen ivast ikki í, at hetta verður loyst

Tað, sum hendi, tá ið Pedagogfelagið var í verkfalli seinast, má ikki henda aftur.

Tað sigur Tordur Niclasen, sum hevur sæti á Løgtingi í hesum døgum fyri Miðflokkin.

Hann sipar til, at fólk, sum búðu á stovnum undir almannaverkinum, vórðu noydd at fara heimanífrá undir verkfallinum, tí stuðlarnir vóru í verkfalli.

Tordur Niclasen sigur, at hetta var var fara út um mark og at samgongan má tryggja, at hetta ikki hendur aftur.

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar, minnist hann, at tá ið arbeiðsfriður var aftur, tosaðu fleiri limir í táverandi samgongu um, at skipanir máttu finnast, soleiðis at slíkt ikki hendi aftur.

Eitt, sum var frammi, var at fáa eina fasta avtalu um at geva undantak frá verkfallinum, soleiðis at búfólkini ikki vórðu slept upp á fjall. 

Tað varð kortini ikki til meiri enn tos, tí eingin loysn var funnin.

Men Tordur Niclasen hevur álit á, at hendan samgongan fer at gera nakað við málið, tí tað stendur í samgonguskjalinum, at ...Avtala verður gjørd millum Almannamálaráðið og avvarðandi yrkisfelag um verju í sambandi við møguligt verkfall...


Hann sigur, at hetta er ikki sett í samgonguskjalið til pynt og tí ivast hann ikki í, at samgongan fer at taka málið upp.

Og hann væntar eisini, at Pedagogfelagið fer at samstarva í einum positivum anda um at finna eina loysn, soleiðis, at búfólk á stovnum undir almannaverkinum ikki koma í somu støðu aftur, at tey skulu noyðast heimanífrá.

Hann heldur, at eitt er at virða samráðingarrættin hjá fakfeløgunum, men hendan støða kann ikki koma í aftur.

Hann vísir eisini á, at hetta hevur skund tí nú er ikki so leingi til samráðingar verða aftur, og sostatt er aftur vandi fyri verkfalli.

Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum, er samd í, at tað er alneyðugt at gera nakað við hesi viðurskiftini, tí fólk skulu ikki vera noydd til at fara úr sínum egna heimi, heldur ikki í einum verkfalli.

Tordur Niclasen ivast ikki í, at hetta verður loyst