Hetta má loysast ongantíð ov skjótt

Støðan, sum nú er, kann merkja lægri búskaparvøkstur og minni vælferð í Føroyum

 

 

Nú hevur tað skund at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.

Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú Hagstovan hevur upplýst, at arbeiðsloysið í Føroyum er bara 0,9 prosent, og at tað ongantíð áður hevur verið so lágt.

Avleiðingin er, at tað er serstakliga torført hjá føroyskum fyritøkum, í at kalla øllum vinnugreinum, at fáa arbeiðsmegi, og tí hevur tað bráðskund at gera tað lættari at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi til tíðaravmarkað størv í Føroyum, sigur felagið.

Tey siga, at hetta er ikki annað enn tað, samgongan hevur skrivað í samgonguskjalið, men nú má tað setast í verk, ongtantíð ov skjótt.

Arbeiðsgevararnir siga, at hetta kann ikki ganga longur, tí føroyskar fyritøkur ikki fáa fólk til dagligu uppgávurnar.

 – Lága arbeiðsloysið hevur eisini avleiðingar fyri føroyska kappingarførið, tí uppgávurnar skulu loysast upp á eina rímiliga tíð og fyri ein sámiligan prís.

 – Avmarkaða atgongdin til arbeiðsmegi kann merkja lægri búskaparvøkstur og minni vælferð í Føroyum, og tað førir til lønartrýst og prísvøkstur. Tí er talan um ein samfelagstrupuleika, sum neyðugur er at loysa ongantíð ov skjótt, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Tey vísa á, at fleiri størri verkætlanir í gerð.

– Umframt byggiverkætlanir kring landið, lata tvey gistingarhús upp komandi ár og sostatt verður tørvurin enn størri á starvfólki í ferðavinnuni.

– Tað umráðandi er at gera nakað við hesa avbjóðing nú, soleiðis at føroyskar fyritøkur kunnu fylgja við vøkstrinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Tey vísa á, at arbeiðsloysið er eisini stórt í ES-londunum, og sostatt gerst truplari hjá okkum at finna arbeiðsmegi úr ES londum.

– Tí er brúk fyri eini smidligari skipan, sum fevnir um lond uttanfyri ES, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Tey siga, at í flestu førum fer útlendska arbeiðsmegin av aftur landinum,  tá ið tørvurin á arbeiðsmegi minkar, og sostatt er tað ein skipan, sum lagar seg eftir viðurskiftunum annars á arbeiðsmarknaðinum, sigur felagið.