Hetta má vera Føroya størsti brølari

Regin Joensen varð tatoveraður í fyllskapi sum 15 ára gamal í Grimsby

Regin Joensen sigur, at hann brúkar tatoveringina sum »skræk og advarsel«

Regin Joensen sigur, at hann brúkar tatoveringina sum »skræk og advarsel«

Regin Joensen fekk eina tatovering á armin, tá ið hann var bert 15 ára gamal. Tatoveringin hevur fylgt honum síðani – og tað hevur ikki verið tað góða, heldur hann.

– Hon má nokk vera Føroya størsti brølari, sigur Regin Joensen við Vikuskifti í Sosialinum.

Regin Joensen var við einum íslendskum línuskipi, og tað var, tá ið teir fóru inn í Grimsby, at tað kom upp á tal at lata seg tatovera. Eftir eina drúgva nátt í býnum og lítlan svøvn fór Regin Joensen til ein tatovør leygarmorgun.

–  Eg fekk gjørt eina skitsu, áðrenn eg sovnaði, og tá ið eg vaknaði, var armurin klistraður inn við filmi og øðrum, sigur hann.

Hann var ovfarin, tá ið hann umsíðir sá tatoveringina, og tá ið mamman nakað seinni sá hana, var hon so kedd, at hon græt.

Les alla samrøðuna við Regin Joensen í Vikuskiftis-Sosialinum. Í blaðnum er tema um tatoveringar.

 

 

 

Regin Joensen sigur, at hann brúkar tatoveringina sum »skræk og advarsel«