Hetta má verða betri á næstu ólavsøku

Stórur felagsskapur fýlist á, at nógv fólk vórðu útihýst frá einum týðandi parti av ólavsøkuni

 

 

Tey deyvu máttu bíða í meiri enn ein hálvan tíma eftir teksti

Tey deyvu máttu bíða í meiri enn ein hálvan tíma eftir teksti

Niðurstøðan er, at hetta má verða betri næsta ár. Tað sigur Megd, sum er felgagsskapurin hjá fólki við serligum tørvi av ymsum slagi.

Á Facebook fýlast tey á, at øll tey í Føroyum, sum eru deyv, ella sum hoyra illa, vóru útihýst frá einum parti av hátíðarhaldinum, tá ið ólavsøkan varð sett, og tá ið Løgtingið varð sett í morgun við skrúðgongu og gudstænastu.

– Hetta er tíðin, tá ið føroyingar savnast um ólavsøkuna, og tá ið Føroya Løgting verður sett. Her eiga tey, ið ikki hoyra nóg væl, at fáa møguleika at vera við, siga tey í Megd.

– Verturin í KvF bjóðar føroyingum úti og heima vælkomnum til setanina av ólavsøkuni, staðfesta tey. Men við ongum teknmálstulki á Vaglinum, og ongum teksti á skíggjanum, vórðu fleiri hundrað føroyingar útihýstir, siga tey. Og tey halda, at tað er hugstoytt at missa vunnin rættindi.  Teknmálstulkur hevur nevniliga verið til setanina hesi seinastu mongu. Men tað var ikki í ár, tí eingin tulkur er tøkur.

##ms##

Gudstænastan ólavsøkudag var eisini ein avbjóðing. Tey, ið ikki hoyra, máttu bíða í 32 minuttir inn í sendingina eftir einum teksti, sum bara var av og á.

– Við tekstingini verður gloymt, at tekstast má frá byrjan. Eisini bønir og tá ið teksturin fyri dagin verður lisin og tá sum frásøgufólkið sigur.

– Tá ið tingið var sett, var røða løgmans tekstað, men ikki tað, sum tingformaðurin segði.

– Hetta skal gerast betri í 2021, siga tey í Megd.

Tey deyvu máttu bíða í meiri enn ein hálvan tíma eftir teksti