Hetta meina valevnini um náttúru- og umhvørvismál

Løgtingsvalið 2019 skal vera eitt umhvørvisval. Tað er vónin hjá teimum trimum felagsskapunum, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Ringrás og Fuglafrøðifelag Føroya

Hetta er ein lítil partur av samlaða yvirlitinum - meira sæst í Vikuskiftis Sosialinum

Hetta er ein lítil partur av samlaða yvirlitinum - meira sæst í Vikuskiftis Sosialinum

Hesir tríggir felagsskapirnir hava sligið høvdini saman og funnið fram til 15 spurningar, sum tey meta, at øll løgtingsvalevnini eiga at hava eina støðu til. 

Spurningarnir snúgva seg allir um umhvørvis- og náttúrumál, og hesar fingu løgtingsvalevnini høvi at svara síðst í juli. Hvør spurningur skuldi svarast við at velja eitt tal millum 1 og 5, sum vísir, hvussu samdur ella ósamdur mann er við hvørjari útsøgn. 1 er sera ósamd/ur, meðan 5 er sera samd/ur.

Av teimum 179 valevnunum hava 74 luttikið í hesari spurnarkanningini. Sigast skal her, at nøkur valevni vórðu kunngjørd, aftaná freistin at svara spurnarblaðnum var úti. Tí taka tølini til hesa kanningina støði í teimum 162 valevnunum, sum vórðu almenn áðrenn 15. august.

Í Vikuskiftis Sosialinum sæst yvirlitið av, hvussu tey 74 luttakandi valevni hava svarað teimum 15 spurningunum.

Valevni lova eitt og gera eitt annað

Vónin hjá felagsskapunum er, at hendan spurnarkanningin kann vera ein áminning til valevnini og veljararnar um, hvat valevnini meintu áðrenn valið. 

- Valevnini plaga ofta at lova bæði eitt og annað áðrenn eitt val, men tá ein samgonga so er funnin, sær mann sjáldan nógv til tey grønu málini. Vit kunnu bara vóna, at tey grønu svarini í kanningini koma at endurspegla politikkin, sum komandi samgonga fer at føra, sigur Sjúrður Hammer frá Fuglafrøðifelag Føroya.

Les eisini: Fólkaflokkurin vildi ikki svara spurningum um umhvørvið og náttúruna

Hetta er ein lítil partur av samlaða yvirlitinum - meira sæst í Vikuskiftis Sosialinum