Hetta segði løgmaður: Les meir um ítøkiligu átøkini

Hetta er ítøkiliga tað, sum løgmaður boðaði frá á tíðindafundi í dag. Síggj, hvussu tað ávirkar teg

Dagstovnaøkið

  • Dagstovnaøkið letur upp mánadagin 20. apríl 2020. Komandi vika verður brúkt til at fyrireika, hvussu latast kann upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast. Foreldur sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.

Forskúlar og fólkaskúlar 

  • Forskúlar og 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020
  • Mælt verður til, at børnini fara í skúla, men talan er um sjálvbodna – og ikki kravda – skúlagongd
  • Frítíðarskúlarnir lata eisini upp mánadagin 20. apríl 2020
  • Foreldur sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.
  • 4. til 10. flokkur hava framhaldandi skúlagongd heima við hús.Hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar

Miðnámsskúlar

  • Endaflokkarnir á miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlanum frá mánadegnum 20. apríl 2020
  • Endaliga próvtøkan hjá endaflokkunnum á miðnámsskúlunum verður viðgjørd nærri og tillaga umstøðunum.
  • Hinir miðnámsflokkarnir fáa framhaldandi fjarundirvísing.  Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020
  • Frisørar o.a. skulu tó ikki møta í skúla enn

Sjúkrahúsverk

  • Verandi tiltøk, ið eru sett í verk fyri at tálma smittuspjaðing, halda fram restina av aprílmánaða
  • Fyri sjúklingar merkir tað, at ikki bráðfeingis viðgerðir og kanningar kunnu framhaldandi verða útsettar
  • Deildirnar eru farnar at fyrireika, hvussu ferð so smátt kann setast aftur virksemið, so fleiri fólk fáa viðgerðir

Almannaøkið

  • Almannaverkið hevur gjørt ein útgreinaða virkisætlan fyri, hvussu tilboðini kunnu lata uppaftur.
  • Almannaverkið varar av nøkrum av okkara allar veikastu borgarum. Tað er tískil týdningarmikið, at tænasturnar lata stigvíst upp havandi í huga minst møguligan smittuvanda og tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd.

Ítróttur

  • Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum.
  • Mælt verður til, at bæði vetrarítróttur, ið er innandura, og summarítróttur, ið er uttandura, verða í fyrstu atløgu spæld uttan áskoðarar

Starvsfólk hjá tí almenna

  • Tað almenna skal virka so ótarnað sum tilber. Tað inniber, at tænasturnar til borgarar og fyritøkur skulu veitast sum vant. Samstundis skal hædd takast fyri tilmælunum um smittuforðing. Í tráð við smittuna
  • Í tann mun tað ber til, skulu starvsfólk hjá tí almenna, sum kunnu arbeiða heima, framhaldandi gera tað.

Virksemið hjá tí privata

  • Almennu tilmælini um frástøðu og reinføri skulu framhaldandi verða fylgd.

Almenna samferðslan

  • Oyggjaleiðirnar fara framvegis at hava eitt sindur avmarkaða sigling. Ferðafólkatalið verður framvegis avmarkað.
  • Bygdaleiðir koyra framvegis við skerdari ferðaætlan og eftir tilkallingarskipan

Trúarlív

  • Mælt verður til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu

Skeinkistøð, dansistøð og matstovur

  • Mælt verður framvegis til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.

Ferðing

  • Øll ferðing til og úr Føroyum verður framvegis avmarkað. 

Nýggj coronaráðgeving

  • Ein nýggj coronaráðgeving við fleiri fakfólkum er sett á stovn. Coronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittuspjaðing.