Hetta sigur nógv um føroyingar

Løgmaður ynskir føroyingum ein góðan ruddingardag í dag

– Sum land eiga vit at seta okkum sum mál, at Føroyar skulu vera tað reinasta og mest burðardygga landið í heiminum, og ruddingardagurin í dag er eitt stig á leiðini.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í heimi heilsan til øll tey, sum fara at rudda Føroyar, úr fjøru til fjals.

Ídag er altjóða ruddingardagur og eisini hundraðtals føroyingar fara at rudda kring landið.

­­– Hetta sigur nógv um góða førningin í føroyinginum, sigur løgmaður, sum samstundis ynskir øllum ein góðan ruddingardag.

– Vit kunnu spyrja um ein einsamallur dagur ger mun, sigur hann. Men hann leggur afturat, at tíbetur halda tey flestu, at hann ger stóran mun. 

– Vit eiga øll at standa saman um okkara umhvørvi. Hin einstaki kann gera mun, og saman kunnu vit gera stóran mun. 

 – Styrkin í sjálvbodna arbeiðinum í Føroyum hevur altíð vakt eina stóra virðing í mær. Tað gleðir meg, at sjálvboðin, kommunur, fyritøkur og onnur samstarva um at rudda okkara land, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann sigur, at øll, sum eru uppi í politikki, vilja verja okkara viðbreknu náttúru og umhvørvi.

– Vit vilja avmarka dálkingina. Men fyri at fáa eitt grønari og burðardyggari samfelag er neyðugt, at borgarar, vinna og politikarar samstarva.  
– Sum land eiga vit at seta okkum sum tað mál, at Føroyar skulu vera tað reinasta og mest burðardygga landið í heiminum. 

– Latið okkum øll síggja virðið í einum reinum umhvørvi, har vit øll eru vinnarar, útflutningsvinnan, ferðavinnan og borgarar sigur hann. Og hann leggur afturat, at ruddingardagurin í dag er eitt stig á leiðini.