Herverk á Strondum

Ein bileigari fekk ein hvøkk, tá ið hann kom út til bilin hjá sær í morgun

Ein bilførari á Strondum fekk ein hvøkk, tá ið hann kom út til bilin hjá sær í morgun. Hann hevði sett bilin frá sær nærheindis bátahylin á Strondum í gjárkvøldið, og tá ið hann kom út til bilin í morgun, var luftin koyrd úr øllum fýra dekkunum, og nummarpláturnar vóru stolnar.

Løgreglan kannar málið, og á politistøðini siga tey, at tey vilja fegin hoyra frá fólki á Strondum, sum kanska hava sæð okkurt óvanligt í hesum sambandi.