Hetta smakkar eisini væl á grillini

Tað er ikki bert kjøt, pylsur, fiskur og líknandi, sum smakkar væl, tá sólin skínur og grillin verður tikin í brúk. Her eru fimm matvørur, sum traditionelt ikki verða settar í samband í eina maltíð av grillini, men sum í roynd og vera smakka sera væl grillaðar

1. Vatnmelón
Tað kann ljóða løgið, men tað riggar sera væl at grilla vatnmelón. Sker hana í tunnar flísar, dryppa nakað av olivenolju á saman við salti og pipari og grilla síðani í á leið fimm minuttir, ella til vætan fer úr melónini. Tann søti smakkurin hvørvur, og melónin fer at líkjast kjøti í konsistensi. Melónin smakkar væl at eta, sum hon er ella í salati. 

 

##med2##

 

2. Salat
Salat - og serliga romaine - smakkar sera væl, tá tað hevur verið á grillini. Sker kálhøvdið í tvey, dyppað við olivinolju og stroy salt og pipar á. Grilla síðani í ein ella tveir minuttir, so salatið fær eitt sindur av liti. Brúka tað síðani, sum tú hevði gjørt, um tað ikki var grillað.

 

##med3##

 

3. Avokado
Sker avokadoina í helvt, sker steinin úr, og legg hana síðani á grillina við tí grønu síðuni niðureftir í fimm minuttir. 
Tá hon er grillað, smakkar hon sera væl sum guacamole við grill- og royksmakki. Tað er eisini lekkurt at fylla holið, har steinurin hevur sitið, við salsa, og síðani eta avokadoina við skeið. 

 

##med4##

 

4. Ostur
Halloumoist er miðalharður ostur, sum hevur eitt høgt smeltimark. Slíkur ostur hóskar seg væl á grillini, tí hann fær ein deiliga grillaðan ostasmakk, tá hann hevur ligið í hitanum eina løtu. Tað riggar eisini væl at marinera hann, áðrenn hann verður grillaður.

 

##med5##

 

5.Urtir
Alskins urtir kunnu eisini grillast, og seriga tær grovu, so sum rosmarin og timin rigga væl grillaðar. Tær kunnu síðani brúkast sum prýði á mati, sum marinada ella í svalandi og vælsmakkandi summardrykkum.