Hetta snýr nýggj krimi hjá Jógvani Isaksen seg um

Jógvan Isaksen hevur skrivað nýggja krimi, sum líkist burturúr øllum hansara bókum

Útklipp av kápumyndini

Útklipp av kápumyndini

Fríggjadagin kemur nýggj krimibók hjá Jógvani Isaksen út. Hon hevur fingið heitið »Paranoia«.

Tað heilt serliga við hesari bók er, at fyri fyrstu ferð hittast hetjurnar hjá Jógvani Isaksen – váttligi blaðmaðurin Hannis Martinsson og framfýsni politisturin William Hammer – í somu bók.

Hannis Martinsson man vera millum kendastu fiktivu persónar í Føroyum, og ivaleyst eru eisini mong, ið kenna William Hammer. Higartil hevur Jógvan Isaksen skrivað 10 bøkur við Hannisi og 6 bøkur við Williami og hansara Skansadeild. Í seytjandu krimisøguni eru teir báðir høvuðspersónar.

– Onkur hevur nevnt hendan møguleikan, at Hannis og William skulu vera við í somu søgu, og eg havi hugsað um tað í eina tíð. Nú skrivi eg so eina søgu, har báðir eru við, sigur Jógvan Isaksen.

Søgugongdin er hon, at ein amerikansk kvinna verður fyrst í marsmánaði funnin druknað úti á Boðanesi. Hannis Martinsson og William Hammer siga báðir sín part av søguni um uppkláringina av tí, sum vísir seg at vera eitt dráp. Skjótt koma aðrar ræðandi hendingar hesari á baki - og so er koronan komin til Føroya. Um somu tíð er tað líkt til, at aftan fyri hendingarnar búgva royndir hjá stórveldunum at gera sína ávirkan galdandi.

– Putlispælið verður størri, tá ið tú skalt fylgja tveimum linjum, sum av og á krossast, men stundum fara hvør sín veg. Hetta er í grundini meira krevjandi at skriva, enn eg hevði ímyndað mær frammanundan, sigur Jógvan Isaksen.

Fríggjadagin verður bókin so latin almenninginum. Forlagið Marselius gevur »Paranoia« út.

Útklipp av kápumyndini

Fyrsti fyrstu ferð – Hannis Martinsson og William Hammer í somu bók