Hetta var ein djørv avgerð

Strandferðslan verður eitt fyridømi fyri onnur, heldur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

 

 

– Tað er ógvuliga gleðiligt, at Strandferðslan traðkaði í karakter og stóð við sítt.

Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, við Sosialin hetta vikuskiftið.

Nú koyringin hjá Bygdaleiðum varð bjóðað út, var tað eitt krav frá Strandferðsluni, at allir bussarnir skulu kunna taka koyristólar.

– Tað hevur eitt øgiliga stórt virðið fyri okkum, at Strandferðslan helt fast um hesa støðuna, tí tað hevur alstóran týdning, at almennir stovnar ganga undan á hesum øki, sigur Tóra við Keldu við Sosialin.

Hon heldur, at í roynd og veru er talan um eitt søguligt frambrot. Og hon ivast heldur ikki í, at við hesum fer Strandferðslan at vera eitt gott fyridømi hjá øðrum, nevniliga at tey fara at hugsa meiri um atkomuviðurskiftini í øllum sínum viðurskiftum.

Ein grundgeving fyri at tað er óneyðugt at krevja, at bussarnir hjá Bygdaleiðum skulu kunna taka koyristólar, hevur verið, at fólk við breki brúka ikki bussarnar.

– Tað er ikki so undarligt, at tey ikki hava brúkt bussarnar, tí tað hevur rætt og slætt ikki borið til, sigur hon.

Forkvinnan í MEGD heldur, at tað er sjálv kjarnin í málinum, at eisini fólk við rørslutarni eiga at fáa javnbjóðis rætt at brúka brúka almennu ferðsluna, eisini Bygdaleiðir.

– Her hava vit ein almennan myndugleika, sum bjóðar eina almenna tænastu út, og prinsipielt eigur tann tænastan at vera atkomulig hjá øllum, sigur hon.

– Fólk við rørslutarni eiga at hava fullan rætt at ferðast saman við øllum øðrum. Har, sum øll fara, eiga øll eisini at sleppa.

 

Les meiri um hetta í Sosialinum, sum er at fáa hetta vikuskiftið