TIÐINDI     SOSIALURIN

Útisetar fylkjast um føroyska list

Alt bendir á, at teirra áhugi fyri føroyskari list økist, tá føroyingar flyta av landinum, heldur Marianna Andreassen, formaður í føroyska Listafelagnum í Keypmannahavn. Á fleiri mátar er felagið vorðið eitt savningarstað fyri føroyska mentan í Danmark



<InvalidTag content="" name="Titel" />

<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />

<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />

<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />

<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />

<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />

 

<!--[if gte mso 9]><xml> <o:OfficeDocumentSettings> <o:AllowPNG /> </o:OfficeDocumentSettings> </xml><![endif]--><!--[if gte mso 9]><xml> <w:WordDocument> <w:Zoom>0</w:Zoom> <w:TrackMoves>false</w:TrackMoves> <w:TrackFormatting /> <w:HyphenationZone>21</w:HyphenationZone> <w:PunctuationKerning /> <w:DrawingGridHorizontalSpacing>18 pkt</w:DrawingGridHorizontalSpacing> <w:DrawingGridVerticalSpacing>18 pkt</w:DrawingGridVerticalSpacing> <w:DisplayHorizontalDrawingGridEvery>0</w:DisplayHorizontalDrawingGridEvery> <w:DisplayVerticalDrawingGridEvery>0</w:DisplayVerticalDrawingGridEvery> <w:ValidateAgainstSchemas /> <w:SaveIfXMLInvalid>false</w:SaveIfXMLInvalid> <w:IgnoreMixedContent>false</w:IgnoreMixedContent> <w:AlwaysShowPlaceholderText>false</w:AlwaysShowPlaceholderText> <w:Compatibility> <w:BreakWrappedTables /> <w:DontGrowAutofit /> <w:DontAutofitConstrainedTables /> <w:DontVertAlignInTxbx /> </w:Compatibility> </w:WordDocument> </xml><![endif]--><!--[if gte mso 9]><xml> <w:LatentStyles DefLockedState="false" LatentStyleCount="276"> </w:LatentStyles> </xml><![endif]--> <style type="text/css"> <!-- /* Font Definitions */ @font-face {font-family:Cambria; panose-1:2 4 5 3 5 4 6 3 2 4; mso-font-charset:0; mso-generic-font-family:auto; mso-font-pitch:variable; mso-font-signature:3 0 0 0 1 0;} /* Style Definitions */ p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal {mso-style-parent:""; margin-top:0cm; margin-right:0cm; margin-bottom:10.0pt; margin-left:0cm; mso-pagination:widow-orphan; font-size:12.0pt; font-family:"Times New Roman"; mso-ascii-font-family:Cambria; mso-fareast-font-family:Cambria; mso-hansi-font-family:Cambria; mso-bidi-font-family:"Times New Roman"; mso-fareast-language:EN-US;} @page Section1 {size:595.0pt 842.0pt; margin:3.0cm 2.0cm 3.0cm 2.0cm; mso-header-margin:35.4pt; mso-footer-margin:35.4pt; mso-paper-source:0;} div.Section1 {page:Section1;} --> </style> <!--[if gte mso 10]> <style> /* Style Definitions */ table.MsoNormalTable {mso-style-name:"Tabel - Normal"; mso-tstyle-rowband-size:0; mso-tstyle-colband-size:0; mso-style-noshow:yes; mso-style-parent:""; mso-padding-alt:0cm 5.4pt 0cm 5.4pt; mso-para-margin:0cm; mso-para-margin-bottom:.0001pt; mso-pagination:widow-orphan; font-size:12.0pt; font-family:"Times New Roman"; mso-ascii-font-family:Cambria; mso-ascii-theme-font:minor-latin; mso-fareast-font-family:"Times New Roman"; mso-fareast-theme-font:minor-fareast; mso-hansi-font-family:Cambria; mso-hansi-theme-font:minor-latin; mso-bidi-font-family:"Times New Roman"; mso-bidi-theme-font:minor-bidi;} </style> <![endif]--> <!--StartFragment--> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Áhugin fyri føroyskari list liggur ikki eftir heima, tá føroyingar flyta til Keypmannahavnar. Tvørturímóti, sigur Marianna Andreassen, formaður í føroyska Listafelagnum í Keypmannahavn<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">- Fyri okkum sær tað heldur út, sum at teirra áhugi fyri listini heima økist, tá føroyingar flyta av landinum. Serliga hesi seinnu árini hevur áhugin verið serstakliga stórur, sigur Marianna Andreassen og vísir á, at felagið hevði eitt av sínum bestu árum í fjør við hópin av sera væl vitjaðum framsýningum í Føroyahúsinum.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Vegghamar nýggi Kári P<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Fyrr í vikuni byrjaði Listafelagið nýggja árið við eini framsýning av verkum eftir Arnold Vegghamar, listamálara av Viðareiði.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Framsýningin varð fingin í lag eftir hópin av áheitanum, tí júst sermerkti málarin av Viðareiði tykist hava serligan tokka millum føroyingar í Keypmannahavn, greiðir Marianna Andreassen frá.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">- Tað eru serliga tey ungu, sum hava tikið Arnold Vegghamar til sín. Tað tykist sum at hann er tann nýggi Kári P millum ungar føroyingar í Keypmannahavn. Í øllum førum hugtekur hann tey á ein heilt serligan hátt við sínum púra annarleiðis, naivistisku og litføgru myndum.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Í sambandi við ferniseringina seinasta sunnudag varð skipað fyri kjaki um listina hjá Vegghamar samanborið við aðra føroyska list. Marianna Andreassen greiðir frá, at tey plaga at nýta slík høvi at varpa ljós á rák innan føroyska list og fáa ymisk listafólk og onnur at greiða frá út frá ymsum sjónarhornum.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Eftir hennara tykki uppliva útisetar føroysku listina sum meir samfelagsliga viðkomandi enn tey kanska hava gjørt. <o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">- Til dømis høvdu vit eina framsýning í summar við tveimum ungum listamonnum, Jógvan Andreas á Brúnni og Høgna Egholm Magnussen, sum á hvør sín hátt taka gerandisdagin við inn í sína list og á tann hátt eisini eru meiningsskapandi, sigur formaðurin í Listafelagnum í Keypmannahavn.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Eisini næsta framsýningin hjá Listafelagnum verður dømi um, hvussu list og samfelag spæla saman, tá fimm listakvinnur fara at sýna fram í sambandi við Altjóða Kvinnudagin 8. mars.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">List og súltaði seyðarhøvd<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Listaframsýningarnar hjá felagnum hava seinnu árini ment seg til rættilig mentanarkvøld við kjakum, fyrilestrum og tónleiki og ikki minst serligum føroyskum mati á skránni.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Til dømis hevur bæði marinerað hvalatvøst og ingiferflísar afturvið turrum fiski verið á matarskránni. Og í fjør borðreiddi sniðgevin Marin Hentze við súltaðum seyðarhøvdum og marinerðaum nátalørum, meðan Marianna sjálv stóð fyri eini serligari turrfiskasúpan. Hetta kvøldið seldu tey ikki færri enn 300 døgurðar, so væl mundi smakkað.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">- Síðani Hans Petur í Brekkunum bleiv leiðari í Føroyahúsinum eru tónleikatiltøkini eisini vorðin rættiliga fjøltáttað og nútímans, so her hendir nógv nýtt kring Listafelagið og Føroyahúsið, sigur Marianna Andreassen, sum eisini fegnast um at síggja so nógv ung fólk í felagnum.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Seinnu árini hevur felagið nevniliga lagt seg eftir, at fáa fleiri ung fólk við í arbeiðið, og tað sær út til at vera eydnast heilt væl, heldur Marianna Andreassaen. Í øllum førum eru eisini fleiri ung nú við í nevndini hjá Listafelagnum, sum í dag telur 125 limir.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">- Tey ungu skulu sjálvandi eisini sleppa at seta sín dám á tiltøkini, tí við listaframsýninunum vilja vit fegin finna eina góða javnvág millum tey nýggju og tey meir etableraðu føroysku listafólkini, sigur Marianna Andreasen.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Hon leggur afturat, at málið </span>hjá Listafelagnum fyri 2010 er at fáa framsøkin og nýskapandi listafólk fram á listarliga pallin. Við framsøkin og nýskapandi skal skiljast listafólk, sum á ymiskan hátt vísa nýggj element, lið ella signal, sum kunnu gera sítt fyri at gera rák, sum eru í føroyskari list, sjónligari.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Ynski um smærri málningar<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Vaksandi áhugin millum útisetar fyri føroyskari list sæst ikki bara aftur í væl vitjaðu framsýningunum, har tað er heilt vanligt, at eini 60-70 fólk koma á gátt. Ofta hava tey nevniliga eisni onkran málningin við sær, tá tey fara avstað aftur, fortelur Marianna Andreassen.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">- Føroyingar keypa heilt nógva list á okkara framsýningunum, men tey vilja helst hava smærri málningar, sum tey fáa pláss fyri í lítlu kollegiuíbúðunum. Tað ynskið plaga vit eisini at nevna fyri listafólkunum, uttan at seta krøv um tað, men tey flestu listafólkini vilja fegin eftirlíka ynskjunum um smærri málingar, sigur Marianna Andreassen, formaður í Listafelagnum í Keypmannahavn.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">FAKTA<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Listafelagið í Keypmannahavn hevur sínar framsýningar í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">Framsýningin við verkum eftir Arnold Vegghamar verður at síggja fram til 4. mars.<o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal">8. mars letur upp ein nýggj framsýning í sambandi við Altjóða Kvinnudagin har føroysku listakvinnurnar Beinta av Reyni, Elisabeth Pike, Hansina Iversen, Jórun á Dul og Lena Nicolajsen fara at taka lut. <o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p></o:p>

<p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormal"><o:p>&nbsp;</o:p>

<span lang="EN-US" style=""><o:p></o:p>
<!--EndFragment-->