Hetta verður ikki viðgjørt við Sjúrð Skaale

Tá ið Høgni Hoydal tosar um samstarv við Javnaðarflokkin, er tað ikki Sjúrð Skaale, hann tosar við

Tá ið Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin tosa um politiskt samstarv, er tað ikki Sjúrð Skaale, tey tosa við.

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, við FM1 í gjár.

Sjúrður Skaale, sum er fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur annars í grein í Sosialinum í gjár, at treytin fyri, at Javnaðarflokkurin aftur kann fara í samgongu við Tjóðveldi, er, at Tjóðveldið tekur kravið um loysing frá Danmark í næsta valskeiði, av skránni.

Hann sigur, at Tjóðveldi veit, at hetta fer Javnaðarflokkurin aldrin at góðtaka og tí er hetta í roynd og veru tað sama sum at siga verandi samgongu upp.

 

Les meiri um tað her: Tí sleppur Tjóðveldi ikki í samgongu aftur

 

Les greinin hjá Sjúrði Skaale:Veljarin tók loysingina av skrá

 

Vit hava tosað við formannin í Tjóðveldi, Høgna Hoydal. Hann hevur onga viðmerking til tað, sum Sjúrður Skaale skrivar.  Men hann sigur at spurningurin um samstarv millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi verður viðgjørdu við leiðsluna í Javnaðarflokkinum.