Hetta verður kærkomið hjá summum foreldrum

Tað er skeivt at lata vera, bara tí at tað kanska miseydnast í ávísum førum, sigur borgarstjórin í Sundalagnum

Útgangsstøðið má vera at nøkta tørvin hjá børnum og foreldrum - og hetta er ein ætlan, sum kann verða kærkomin hjá nøkrum.

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, og løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

Nýstovnaða samgongan hevur sett sær fyri, at pengarnir skulu fylgja barninum, sum tað eitur.

Tað merkir, at kommunur skulu fáa heimild til at rinda foreldrum, sum ikki brúka kommunalu barnaansingina, ein part av tí, sum kommunan annars hevði rindað fyri at havt barnið á dagstovni.

Eitt barn í einum kommunalum dagstovni, kostar einar 90.000 krónur í miðal um árið. Av hesum rinda foreldrini sjálvi einar 20.000 krónur og kommunurnar rinda einar 70.000 krónur.

Men skal kommunan ístaðin rinda foreldrunum allar pengarnar í hondina, tí at tey ikki brúka barnaansingina, fáa foreldur sostatt 90.000 krónur meiri at ráða yvir um árið. Hetta tá ið heimildin verður brúkt til fulnar, men rinar kommunan foreldrum ein part av gjaldinum, fáa tey tað minni at ráða yvir. 

 

Les eisini: Foreldur skulu fáa pengar fyri at ansa sínum egnu børnum

 

Heðin Zachariasen leggur dent á, at talan er ikki um at kommunur SKULU gjalda foreldrum, sum ikki brúka kommununalu barnaansingina. Talan er um, at tær kommunur, sum vilja, KUNNU gera tað.

Men tað vera altíð kommunurnar sjálvar, sum, hvør sær, gera av um tær vilja brúka hendan møguleikan, ella ikki.

Og tað heldur borgarstjórin á Sundi er á rættari leið.

– Einasta endamálið við kommunustýrum er at tæna borgarum best møguligt, og tað er út frá hesum, at spurningurin skal viðgerast.  

– Og tað er eingin ivi um, at útgangsstøðið má vera at nøkta tørvin hjá børnum og foreldrum, og at foreldrini fáa frælsi til at velja, sigur hann.

Hinvegin er hann greiður yvir, at nú á døgum krevjast í allar flestu tvær inntøkur til at fáa endarnar at røkka saman hjá einum húski.

– Men fyri at nevna eitt dømi, kann hetta geva nøkrum foreldrum ein møguleika til at vera eitt sindur longri heima hjá børnum, eftir at barnsburðarfarloyvið er liðugt.

Hann sigur, at fáa kommunurnar hesa heimildina, fer Sunda Kommuna eisini at viðgera um hon skal brúkast ella ikki.

Sunda Kommuna hevur gjørt stórar íløgur í barnaansingina við væl skikkaðum starvsfólkum, og har eru børnini í bestu hondum.

Men fáa kommunurnar heimildina til at lata pengarnar fylgja barninum, sum tað eitur, fara vit eisini at viðgera um vit skulu brúka hana.

– Tað er væl hugsandi at nakrar familjur høvdu hildið, at hetta hevði verið hent hjá teimum, sigur Heðin Zachariasen.

Hann hevur lagt merki til tey fyrivarni, ið summi hava, eitt nú stúrir Pedagogfelagið fyri, at børn, sum hava trupulleikar, fara at detta niður ímillum, tí tey fara ikki at verða loftað nóg tíðliga, tá ið tey ikki hava pedagogar rundan um seg.

 

Les eisini: Hetta kann fáa vanlukkuligar avleiðingar 

 

– Eg haldi ikki at vit skulu lata vera við at seta eina skipan í verk fyri øll, bara tí at vit stúra fyri, at tað fer at miseydnast í nøkrum heilt fáum førum

– Stinga trupulleikar seg upp, eiga vit at taka tað haðani frá, heldur Heðin Zachariasen.