Hetta verður nakað heilt annað

Hvalbingar hava nú fingið ein bát, sum er serbygdur til at brúka til Lítlu Dímun - og hann er givin sum gáva

Nýggi báturin hevur fingið navnið Steinsrók

Nýggi báturin hevur fingið navnið Steinsrók

Hetta fer at geva okkum heilt aðrar møgleikar at røka Lítlu Dímun.

Tað sigur Poul Poulsen, sum er stýrislimur í Lítlu Dímum, ella Oynni, sum hvalbingar kalla hana í dagligari talu.

Í gjár kom nevniliga nýggjur bátur inn eftir Hvalbiarfjørði. Tað er báturin, sum Stein Næs í Hvalba hevur latið sum gávu til Lítlu Dímun.

Talan er um ein Polarcirkel bát sum 8,46 metrar langur og 2,8 metrar breiður. Polarcirkel í Noregi eru serliga kent fyri at gera arbeiðsbátar og tað er nettupp tað, hesin báturin er.

Poul Poulsen sigur, at báturin vigar 2800 kilo og hann hevur tveir leysamotorar upp á 200 hestar hvør.

– Tað gevur honum eina ferð upp á 45 míl í góðum veðri, sigur hann, men samstundis hevur hann eyka bensintangar fyri at fáa tyngd í bátin og fyri at hann skal liggja betri í sjónum. kjølurin stingur eisini nakað djúpri enn vanligt á slíkum bátum og tað er eisini fyri at fáa hann at uppføra seg betri í sjónum.

Men annars hevur hann allar hentleikar, ein slíkur bátur skal hava. Eftir at skrokkurin var komin úr Noregi, er hann umbygdur í Føroyum av Jón í Dali og Holmar Sveinbjørnsson, so í roynd og veru er hann serbygdur til at at brúka í sambandi við Lítlu Dímun.

Hann hevur síðuskrúvu og er styrktur, so at hann tolir harðar stoytir. Har frammi er ein góður plattur at standa á hjá fólki, sum skal leypa í land, ella umborð.

– Við motorkraftini hann hevur, og síðuskrúvuni, ger tað ikki mun um tað rekur eitt sindur hart, leggur Poul Poulsen afturat.

 

Her eru fleiri myndir av hátíðarhaldinum, tá ið báturin kom til Hvalibar seinnapartin í gjár

##ms##

 

– Hetta er ein bátur, sum ger, at vit sigla ímillum Hvalba og Lítlu Dímun upp á eina lítla løtu. Hann kann flyta rættiliga nógv fólk av Oynni, ella í Oynna upp á ógvuliga stutta tíð, og tá ið teir reka í Oynni, er tað skjótt og lætt at taka seyð í bátin og føra hann í ein størri bát, sum liggur uttan fyri, sigur Poul Poulsen.

Hann sigur, at báturin er serstakliga arbeiðsligur tí har er gott pláss á dekkinum og har er gott arbeiðsljós á dekkinum. Og hann er góður at sita í tað er gott pláss hjá 20 fólkum í honum.

Báturin kostar eina lítla millión, sum hann liggur og hann hevur fingið navnið Steinsrók, sum er eitt staðarnavn í Lítlu Dímun.

Nýggi báturin hevur fingið navnið Steinsrók