- Hetta verður tikið upp sum skjótast

Tað siga eigararnir av gomlu niðurløgdu smoltstøðini í Norðradali, har plastringar í hópatali eru at finna

 

– Plastringarnir og óruddið uttan fyri gomlu smoltstøðina verður tikið upp skjótast gjørligt, og vit eru í ferð við at finna eina loysn beint nú. 

Soleiðis sigur Óli Hansen, nevndarlimur í felagnum Kimbil, sum eigur niðurløgdu smoltstøðina í Norðradali. Har liggur ein ørgrynna av plastringum sløðist, og stórir fyltir sekkir standa uttan fyri alistøðina.

– Hatta hevur ligið har frá gamlari tíð, og tað hevur verið har langt áðrenn, Kimbil keypti smoltstøðina. Eg veit ikki, hví tað hevur ligið so leingi, og veit heldur ikki, hví tað ikki er tikið upp, sigur Óli Hansen.  

##med2##

– Eg haldi, at hatta var ein verkætlan, sum ongantíð bleiv til nakað. Mann brúkar ikki hasar ringarnar til nakað annað enn aling, og vit hava ongantíð havt loyvi til at ala. Tað eru væntandi fuglar ella rottur, sum hava skrætt hol á posarnar.

Hann væntar ikki, at plastringadálkingin kring landið stavar úr smoltstøðini í Norðradali, tí tað liggur so langt frá sjógvi.

Les eisini: Plastringar í milliónatali sløðast í Norðradali