Hetta verður til óbótaligan skaða fyri føroyingar

Flokkarnir, sum eru í ferð við at skipa samgongu, hava fingið eina staðiliga áheitan

Føroyingar mugu ikki missa rættin til at njóta hetta - ókeypis

Føroyingar mugu ikki missa rættin til at njóta hetta - ókeypis

Nú samráðingar eru um nýggja samgongu, fara vit staðiliga at heita á tykkum um at tryggja, at føroyingar framhaldandi fáa  atgongd til náttúruna.

Soleiðis ljóðar ein áheitan frá Hagafelagnum á nývaldu løgtingslimirnar, sum vórðu valdi á valinum fyri eini viku síðani.

Tey halda, at nú er siðvenjan hjá føroyingum, í fleiri ættarlið, at leita sær í hagan, hótt og føroyingar eru í ferð við at verða hegnaðir inni.

– Seinastu tvey árini eru hagar farnir at krevja gjald frá fólki fyri at fara í hagan – eisini føroyingum, staðfesta tey í Hagafelagnum.

Men samstundis minna tey á, at í valstríðnum løgdu formenninir í politisku flokkunum dent á rættin hjá føroyingum at fara í hagan.

 

Og tey endurgeva, hvat nakrir floksformenn søgdu í valstríðnum:

 Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum: Føroyingar skulu hava frítt at ganga í haga og fjøru. Ongin ivi um tað …tað er ongin ivi um, at vit sum politisk skipan eiga at tryggja at hvørsmansrætturin verður virdur. Tað at ganga í haga og fjøru, tað skulu allir føroyingar hava rætt til – ókeypis.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum: Atgerðarloysið hjá hesum landsstýrinum má steðgast. Teir hava ikki klárað at gjørt eina avtalu við jarðeigarar soleiðis at allir føroyingar kunnu ganga frítt í haga. Tað skal taka okkum ein, tveir mánaðir, so er tað upp á pláss.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi: Vit eiga øll hetta landið og hava rætt til sjálvandi at njóta og virka og hava trivnað í landinum. So tað er klárt at føroyingar skulu hava rætt til at vera í náttúruni og ferðast frítt á sjógvi og landi.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum: Føroyingar skulu ferðast ókeypis í í fjøllum, í haga og í fjøru um tað skal vera.

 

Tí heitir Hagafelag Føroya staðiliga á flokkarnar, sum samráðast um nýggja samgongu, um at halda orð og at tryggja atgongdina hjá landsins borgarum at fara í hagan.

Hetta eigur at gerast við at staðfesta hvørs mans rættin hjá føroyingum við lóg, á sama hátt sum okkara grannalond, Noreg, Ísland, Svøríki og Skotland, hava gjørt.

Samstundis skal bann setast fyri, at hagar taka atgongugjald frá føroyingum fyri at fara í hagan, uttan tá ið talan er um túrar við ferðaleiðara.

– Verandi gongd við gjaldsportrum er sera ørkymlandi, tí hetta skerjir rættin hjá landsins borgarum til náttúruna, sigur Hagafelag Føroya.

– Heldur hetta fram verður tað ikki longur natúrligt hjá uppvaksandi ættarliðnum at leita sær í hagan og nema sær kunnleika til djóralív, plantur, landafrøði, siðaarv og alt tað góða sum okkara náttúra annars hevur við sær.

– Fellur hendan siðvenja burtur, verður hetta til óbøtandi skaða fyri okkara fólk og mentan. Og tí má okkurt gerast alt fyri eitt, siga tey í Hagafelag Føroya í áheitanini á flokkarnar, sum fara at skipa samgongu eftir løgtingsvalið seinasta sunnudag.

Føroyingar mugu ikki missa rættin til at njóta hetta - ókeypis