Hetta vísir alt um hvussu stóran týdning tað hevur

Talið á føroyingum sum fáa kannabis-heilivág er næstan tvífaldað

Ein sjúklingur sum tók 21 sløg av heilivági, fór niður á trý sløg tá ið viðkomandi fekk heilivág við kannabis

Talið á sjúklingum í Føroyum, sum fáa viðgerð við kannabis-heilivági,  er næstan tvífaldað hetta seinasta ári.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Nú er næstan eitt ár síðani, at ein stórur partur av Løgtinginum samtykti at gera tað lættari hjá sjúklingum í Føroyum at fáa viðger við kannabis-heilivági

Og tí vildi Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hava eina frágreiðing um, hvussu tað gongur við hesum, tí tað hevur verið rættiliga umstrítt.

Landsstýrismaðurin uppslýsir, at tann 30. mai í 2019 vóru tað 64 sjúklingar í Føroyum, sum fingu viðgerð við kannabis-heilivági, men nú er talið komið upp á 108 ymiskir sjúklingur.

Hann sigur, at talan er um, at sjúklingar fáa kannabis-heilivág fyri pínu, fyri epilepsi, fyri ringa matarlyst, krampa, og annað.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann veit um dømi um sjúkling, sum hevur tikið 21 sløg av heilivági, men síðani viðkomandi fór at brúka kannabis- heilivági, hevur sjúkingum bara havt brúk fyri trimum sløgum av heilivági.

– Bara tað sigur alt og vísir, hvussu stóran týdning tað hevur, heldur Kaj Leo Holm Johannesen.

Tinglimir vístu eisini á, at eftir tí, sum er upplýst, hevur kannabis-heilivágur nógv færri hjáárin enn annar heilivágur

Hann sigur, at apotekið í Føroyum hevur ætlanir um at fara undir at gera heilivág við kannabis og nú verður leitað eftir góðkendum veitarum til endamálið.

Hann heldur, at í roynd og veru áttu vit í Føroyum at farið undir gransking á økinum, tí hann heldur, at tað eru nógvir møguleikar í kannabis sum heilivági.

Tað var miðflokkurin sum gekk undan at geva føroyskum sjúklingum lættari atgongd til kannabis-heilivág, og Bill Justinussen fegnast um, at heilsuverkið hevur tikið nýggju skipanina til sín.

Hann vísir á, at hetta hjálpir sjúklingum, sum annars hava verið noyddir at útvega sær kannabis á svarta marknaðinum og tí vónar hann, at heilsuverki ikki fer at smæðast við at búka kannabis-heilivág, har tað kann hjálpa.