Hetta vita miðlar um prógvini

Útsettur smáttutúrur, trupulleikar í hjúnalagnum, vantandi samstarvsvilji og blóðvask í heiminum hjá Tom Hagen heldur løgreglan vera illgrunasamar ábendingar.

 

Hví skuldi ein 70 ára gamal maður, sum eigur børn og abbabørn, gjørt av við konu sína, mammuna og ommuna?

Hví skuldi ein 70 ára gamal maður, sum eigur børn og abbabørn, gjørt av við konu sína, mammuna og ommuna?

 

Hin 28. apríl í ár varð norski miljarderurin, 70 ára gamli Tom Hagen, handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen. Men, sjálvur hevur maðurin alla tíðina noktað seg sekan. Tá hann varð handtikin á opnari gøtu í Lørenskog ein morgun, hann var á veg til arbeiðis, fekk løgreglan tingrættin at ganga við til at varðhaldsfongsla miljarderin, men Tom Hagen kærdi avgerðina til lagmannsrættin, sum kom til ta niðurstøðu, at prógvini ímóti honum hildu ikki til eina varðhaldsfongsling.

Ein meiriluti í lagmannsrættinum helt, at sannlíkindini fyri, at maðurin er ósekur eru størri enn sannlíkindini fyri, at hann er sekur. Tískil varð hann leyslatin eftir at hava sitið 11 dagar í varðhaldi. Síðan hevur løgreglan av øllum alvi gjørt kanningar í málinum, sum hevur røtur heilt aftur til hin 31. oktober í 2018, tá Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv úr heimi sínum. Hesar seinastu stívliga tríggjar mánaðirnar er tað serliga bústaðurin við Sloraveien 4, sum er kannaður við luppi, smáttan hjá Tom Hagen í Kvitfjell og ein smátta, sum konan hevði ræðið á.

Í juni mánaði í ár fór løgreglan aftur til tingrættin við tí, tey rópa nýggjum prógvum, og endamálið var hesaferð at fáa rættin at ganga við til, at smátturnar vórðu kannaðar. Enn einaferð helt tingrætturin, at rímilig orsøk er til at halda, at Tom Hagen kann standa aftan fyri tað, sum er hent konu hansara. Men, hvørji eru so prógvini og ábendingarnar, sum løgreglan leggur til grunds, tá tey halda upp á, at tað er miljarderurin, sum er orsøkin til lagnuna hjá Anne-Elisabeth Hagen?

Henda spurning hevur norska tv2 roynt at greinað.

- Vit kenna ikki alt próvgrundarlagið í málinum, men byggja okkara vitan á fleiri keldur, sum standa málinum nær, sigur sjónvarpsrásin, sum leggur aftrat, at tey halda seg vita um fleiri av viðurskiftunum, sum løgreglan heldur vera undrunarverd og eftir teirra tykki benda á, at Tom Hagen er hin seki.

Løgreglan hevur fleiri ferðir skift orð við Tom Hagen um hansara morgunvanar. Feigdarmorgunin, tá konan hvarv, fór hann seinni til arbeiðis enn ein vanligan mikumorgun, og hetta undrar løgregluna. Klokkan var millum 09.10 og 09.15, tá miljarderurin setti bilin uttan fyri arbeiðsplássið hjá sær. Tað sigur maðurin sjálvur, og hetta vátta eisini vakmyndir á staðnum. Sjálvur hevur Tom Hagen greitt frá, at hann svav eitt sindur longur henda morgunin, tí hann og konan høvdu verið til ein sjónleik kvøldið fyri og komu seint til hús aftur.

Í einari avhoyring longu sama kvøld, sum konan hvarv, segði miljarderurin við løgregluna, at hann og konan høvdu ætlanir um at fara í smáttuna í Kvitfjell, og tískil ringdi hann til hennara, soleiðis at tey kundu avtala, nær tey skuldu fara, og um tey skuldu koyra saman. Hinvegin hevur løgreglan eitt sms, sum Anne-Elisabeth Hagen sendi til onkran í familjuni klokkan 09.10 feigdarmorgunin, bert fáar minuttir fyri, at hon gav sítt seinasta lívstekin. Seinasta telefonsamrøðan hjá konuni henda morgun - og seinasta lívstekin yvirhøvur - var nevniliga klokkan 09.14. Norskir miðlar hava skrivað, at hetta var ein stutt samrøða, hon hevði við sonin. Í nevnda sms’i henda morgunin skrivar Anne-Elisabeth Hagen, at túrurin til Kvitfjell er útsettur til dagin eftir orsakað av einum avtalaðum fundi í Lillehammer.

Í avhoyringum hevur Tom Hagen sagt, at hann skuldi ringja til konu sína eftir ein fund á arbeiðsplássinum, men av ymiskum orsøkum fekk hann ikki ringt fyrr enn á miðmála. Teleloggurin vísir hinvegin, at hann ringdi bæði klokkan 10.06 og 10.07. Samstundis eru hesi bæði uppkallini burtur á Nokia-telefonini hjá Tom Hagen, og soleiðis er ikki samsvar millum loggin á hansara telefon og loggin hjá televeitaranum. Sambært tv2.no sigur hann seg ikki hava slettað uppkallini av logginum. Tilsamans ringdi Tom Hagen átta ferðir til konu sína, áðrenn hann sambært egnari frágreiðing fór av arbeiðsplássinum og koyrdi heim stutt fyri klokkan 13.30.

Hann hevur greitt frá, at tá hann kom heim, fór hann runt í húsinum at leita eftir konu síni. Løgreglan undrar seg yvir, at lítla wc’ið, sum liggur við inngongdina, var seinasta rúmið hann hugdi í. Á einum stóli í gongini lá ein hvítur brævbjálvi, hóttanarbrævið og fleiri av ognarlutunum hjá Anne-Elisabeth Hagen. Haraftrat vóru ”slepespor”, sum norðmenn rópa tað, heilt av wc’num og út í gongina. Onkur í familjuni hevur sambært tv2.no sagt, at tað er trupult ikki at fáa eyga á sporini, sjálvt um hurðin til wc’ið stendur afturlatin. Tom Hagen sigur, at hann legði ikki til merkis sporini og hóttanarbrævið, fyrr enn hann hevði verið um alt húsið og kom út aftur í gongina. Á wc’inum fann hann klæðini hjá konu síni. 

Sambært tv2.no hevur miljarderurin sjálvur sagt, at frá tí, at hann kom heim og til, hann ringdi til neyðtelefonina hjá løgregluni, gingu 35-40 minuttir. Hesir minuttirnir eru týðandi partur av kanningararbeiðnum hjá løgregluni.

##med2##

Úr heiminum ringdi Tom Hagen eisini til tvey av sínum vaksnu børnum, men í avhoyringum hevur hann sagt seg ikki minnast í hvørji raðfylgju, hann ringdi til løgreglu, børn og konu, meðan hann var í húsunum. Løgreglan heldur, at ógreiða er um leiklutin hjá miljarderinum hesa løtu, hann var í húsunum.

Í hóttanarbrævinum stóð eisini, at Anne-Elisabeth Hagen fór at vera dripin, um Tom Hagen vendi sær til løgregluna. Sjálvur hevur maðurin sagt, at hetta helt honum aftur í at seta seg í samband við løgregluna. Klokkan 13.46, tá hann ikki fann konu sína, ringdi Tom Hagen við fastnettelefonini enn einaferð á fartelefonina hjá henni. Tá løgreglan seinnu um dagin kom í heimið hjá Hagen-hjúnunum, lá telefonin hjá Anne-Elisabeth Hagen á einum lítlum borði í gongini.

Kanningar hjá løgregluni hava sambært tv2.no víst, at ringitónin á telefonini hjá henni var á ¾ styrki. Men, Tom Hagen hevur sagt, at hann hoyrdi ikki telefonina ringja. Ein norskur ljóðserfrøðingur, Truls Birkeland, sum starvast hjá løgregluni, heldur, at miljarderurin átti at havt hoyrt telefonina hjá konu síni ringja.

Løgreglan hevur funnið fleiri smá blóðspor í heiminum við Sloraveien 4, og serliga hevur løgreglan verið upptikin av nøkrum blóðdropum, sum stava frá Anne-Elisabeth Hagen, og hesir eru staðfestir á vegginum í einum av trappunum í húsunum. Í avhoyringum er Tom Hagen spurdur um vaskirutinur í húsunum, og sambært tv2.no heldur norska løgreglan upp á, at ein vaskispann, sum var í húsunum, er burtur.

Løgreglan hevur brúkt nógva tíð upp á at eyðmerkja, hvør eigur sporini, sum staðfest eru í húsunum, og her eru eitt nú funnin spor av fólki í familjuni og vinum. Tað undrar løgregluna, at eingi ”relevant” spor eru funnin av Tom Hagen sjálvum. Í einum skjali til rættin skrivar løgreglan sambært tv2.no, at tey halda hetta vera illgrunasamt.

Løgreglan hevur áður sagt við tv2.no, at tey halda seg vita eitt drápsmotiv, sum tey hava málborið seg, men løgreglan hevur higartil ikki viljað sagt, hvat motivið er.

Sjálvur hevur Tom Hagen sagt, at hóast hjúnabandið onkuntíð var turbulent, høvdu tey ongantíð snakkað veruliga saman um hjúnaskiljað, og sjálvur hevur miljarderurin lýst hjúnabandið sum eydnuríkt. Í heiminum hevur løgreglan funnið separatiónsskjøl, sum eru undirskrivað av Anne-Elisabeth Hagen, men ikki av Tom Hagen, og sambært norskum miðjum eru hetta gomul skjøl, sum hugsandi hava ligið í heiminum í fleiri ár.

Løgreglan hevur sambært tv2.no sagt, at tað hevur verið avbjóðandi at samstarvað við Tom Hagen, og tey halda eisini, at vantandi samstarvsviljin er illgrunasamur.

##med3##

Hví skuldi ein 70 ára gamal maður, sum eigur børn og abbabørn, gjørt av við konu sína, mammuna og ommuna?

Hann telist millum ríkastu fólk í Noregi, men hann ger lítið burtur úr sær sjálvum.

Anne-Elisabeth Hagen hvarv hin 31. oktober í 2018.