Hettu-maður hevur givið seg til kennar

- Maðurin hevur greitt frá, at hann ikki fyrr enn nú hevur fingið við, at hann er eftirlýstur, sigur norska løgreglan.

Hettu-maðurin varð sæddur á vakmyndaupptøkum feigdarmorgunin, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Hettu-maðurin varð sæddur á vakmyndaupptøkum feigdarmorgunin, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

 

Tað eru nú nakrir mánaðir síðan, at norska løgreglan heitti á ein mann um at geva seg til kennar í nógv umrødda Hagen-málinum. Talan er um ein mann, sum sæst á vakmyndaupptøkum feigdarmorgunin hin 31. oktober í 2018, tá norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi.

Maðurin varð eisini sæddur í umhvørvinum nærindis bústaðnum hjá ríkmanshjúnunum henda morgunin - og um nøkulunda somu tíð, sum løgreglan metir, at brotsgerðin ímóti Anne-Elisabeth Hagen hugsandi er framd. 

Í gjár læt løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø, norskar miðlar seta sær spurningar um Hagen-málið, og hetta er fyrsta høvi hjá miðlunum at hitta løgregluna í málinum í fleiri mánaðir. Miðlarnir nýttu eitt nú høvi at seta henni spurningar um sonevnda hettu-mannin, sum løgreglan eftirlýsti.

Løgreglan veit í dag at siga, at eftir miðlaumrøðuna av Hagen-málinum og eftirlýsingina av hettu-manninum í miðlunum, gav ein maður í sekstiárunum seg til kennar á løgreglustøðini í Lillehammer í gjárkvøldið. Maðurin býr í nærumhvørvinum.

Maðurin, sum sambært løgregluni fjaldi andlit sítt, varð sæddur á vakmyndaupptøkum við Íshøllina í Lørenskog, og hann varð eisini sæddur við Metro-miðstøðina og oman móti Sloraveien, har ríkmanshjúnunum búðu.

Sonevndi hettu-maðurin var um hesar leiðir ein lítlan tíma eftir, at Anne-Elisabeth Hagen gav sítt seinasta lívstekin, sum er ein stutt telefonsamrøða henda morgunin klokkan 09.14, tá hon snakkaði við onkran í familjuni.

- Maðurin hevur givið sína frágreiðing til løgregluna um sína ferðan henda morgunin, og hann hevur eisini prógvað, hvørji ørindi hansara vóru. Hetta hevur hann gjørt við at leggja fram elektronisk spor, sum prógva upplýsingarnar.

Løgreglan sigur í tíðindaskrivi, at frágreiðingin hjá hettu-manninum eisini verður stuðlað av vitnum, sum løgreglan hevur samskift við, og tískil er maðurin ikki partur á málinum longur.

##med2##

Við tv2.no sigur løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø, at náttúrligar orsøkir kunnu vera til, at maðurin ikki áður hevur givið seg til kennar, men løgreglan hevur hildið tað verið illgrunavert, at tey einki frættu frá manninum, tá hann varð eftirlýstur.

- Maðurin hevur greitt frá, at hann ikki fyrr enn nú hevur fingið við, at hann er eftirlýstur. Hann varnaðist ikki fyrr enn mikukvøldið, at maðurin á vakmyndunum, sum løgreglan ynskti at hoyra frá, kundi vera hann, sigur løgregluleiðarin í dag.

Agnes Beate Hemiø sigur, at tey eru takksom fyri hjálpina, og at tað nú hevur eydnast at eyðmerkja mannin á vakmyndaupptøkunum.

Hettu-maðurin varð sæddur á vakmyndaupptøkum feigdarmorgunin, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Eingin veit, hvar Anne-Elisabeth Hagen er, ei heldur, um hon er livandi ella deyð.