F.v.: Kári Johansen, arbeiðsleiðari hjá J&K, Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, Súni Christiansen, verkætlanarleiðari hjá J&K, Pætur Húsgarð, PB Consult, Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K og Hans Haraldsen, HMP Consult.

Hevur gingið bæði skjótt og væl

Í løtuni er J&K Petersen Contractors í gongd við fyrsta part av øðrum byggistigi í Kvívík.

F.v.: Kári Johansen, arbeiðsleiðari hjá J&K, Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, Súni Christiansen, verkætlanarleiðari hjá J&K, Pætur Húsgarð, PB Consult, Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K og Hans Haraldsen, HMP Consult.

J&K Petersen Contractors hava í dag avhendað 1. byggistig av arbeiðnum í sambandi við gerð av nýggjum tyrvingarplássi, sum IRF letur byggja í hagapartinum í Nýggjheiðum millum Kvívík og Vestmanna.

- 1. byggistig fevnir um gerð av eini 270 metra langari uppsamlingsveit og betonggarði undir tyrvingarplássinum umframt gerð av reinsiskipan við sandfangum og oljuskiljarum.

Hjá J&K Contractors vita tey í dag at siga, at hegn er sett upp kring alt tyrvingarplássið. Eisini er løgd ein umleið 1900 metra long rørleiðing frá nýggja tyrvingarplássinum og gamla niðurlagda tyrvingarplássinum, sum er har nærhendis, og oman gjøgnum brattan undir landsvegnum og út á sjógv.

Hóast tað mesta av arbeiðinum er framt á háveturstíð, hevur tað gingið skjótt og væl. IRF er byggiharri fyri verkætlanini og PB Consult og HMP Consult hava staðið fyri projekteringini og eftirlitinum.

- Í løtuni er J&K Petersen í gongd við fyrsta part av øðrum byggistigi, sum fevnir um spreinging og flyting av gróti og planering av økinum. Hetta arbeiðið skal verða liðugt hin 24. juli í ár, vita tey hjá J&K Petersen Contractors at siga.