Hevur ligið í sama stað í fleiri mánaðir

Hetta er tað longsta ein sendari hevur virkað, og hann vísir, at ein hvalur, sum var merktur í Gøtu, hevur hildið seg í sama stað í fleiri mánaðir

Tað gleðiliga er, at tann eini sendarin virkar enn. Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Tjóðsavninum, nú tað eru yvir 190 dagar síðani, at fimm hvalir vórðu merktir í Gøtu tann 7. juli í fjør.

Fimm hvalir vórðu merktir, men teir fýra av sendarunum eru slóknaðir so við og við, men enn virkar sendarin á tí eina hvalinum, og hetta er sostatt tað longsta, sendarin á einum merktum hvali, hevur sent, sigur hann.

Annars hava sendararnir, í besta føri, ikki hildið í meiri enn einar 130 dagar.

Tá ið grindin varð merkt, helt hon vestur í hav ímóti Íslandi har hon var í ein mánað, áðrenn hon kom eystureftir aftur, og síðani helt hon suðureftir, heilt suður til Hebridurnar.

Og har hevur tann eini hvalurin, sum enn hevur sendara, hildið seg líka síðani, ella í einar fýra mánaðir.

Bjarni Mikkelsen sigur, at tað er nokk so týðiligt, at hesin hvalurin heldur seg upp at leiðunum, har svartkjaftur ferðast og hann hevur hildið seg púra støðugt á 1.000 metra dýpi fram við bretska landgrunninum, har hann ferðast spakiliga aftur og fram einar 150 kilometrar norður og suður.

Hetta er tann hvalurin, sum hevur verið mest støðufastur av teimum, vit hava merkt, tí hann hevur ikki ferðast so langt suður, sum aðrar grindir, sum vit hava merkt, sigur hann.

Tað sær út til, at hann hevur funnið sær eitt økið, har tað er føði at fáa, og har hann heldur til í vetur.

Hesin hvalurin hevur verið merkiliga støðufastur og hann hevur sostatt ikki ferðast so nógv, og heldur ikki so langt suður, sum aðrar grindir, vit hava merkt. Bjarni Mikkelsen heldur, at hetta er eisini eitt áhugavert úrslit, tí tað kann vera eitt tekin um, at útbreiðsluøkið er ikki so stórt, sum aðrar merkingar hava givið ábendingar um.

– Hetta kann vera ein ábending um, at grind hevur ikki eitt fast ferðingarmynstur, tí teir ferðast ikki upp á sama máta, sigur Bjarni Mikkelsen. 

Nú vónar hann, at sendarin virkar í eina tíð afturat, so at tey eisini síggja, hvussu hvalurin fer at bera seg at, tá ið tað fer at vára aftur.