Myndaboks á Roskildefestivalin

Í gjár boðaði Myndaboks frá, at væl umtókta tiltakið í ár verður at síggja á Roskilde-festivalinum.

- Eg havi bara torað at droymt um tað fyrr, men seinastu tíðina havi eg arbeitt miðvíst fram móti hesum.

 

Myndaboks hevur verið væl umtókt á ymisku festivalunum í Føroyum. Tað byrjaði á G! í 2015, tók Ólavsøkuna og Summarfestivalin á bóli og á jólum fóru havnafólk maður av húsi at taka sær jólamyndir. Tá Vikublaðið tosaði við Janus Gunnarson undan jólum nevndi hann, at hann kundi hugsað sær at farið til Danmarkar við Myndaboksini. Fyrst í hesum árinum flutti hann og konan niður og nú síggjast fyrstu úrslitini.

 

- Málið hjá mær var at sleppa inn á Roskilde Festival, og hetta prógvar eisini, at júst Myndabokskonseptið er originalt, gott og kann brúkast uttan fyri Føroyar, sigur Janus Gunnarson.

 

- Tað verður enn arbeitt við øllum møguligum støðum, men her niðri er Roskilde Festivalurin tað besta, og tá tann avtalan er upp á pláss, so fellur restin nokk í hakk næstan av sær sjálvum, tí teir minnu festivalarnir fylgja við, sigur Janus Gunnarson.

 

Myndaboksin er einfald og byggir á gomlu fotoboksirnar. Tú trínur inn, myndirnar verða tiknar og ein minutt seinni stendur tú við myndini í hondini.

 

Hvat merkir tað so fyri virksemi í Føroyum?

- Myndaboksin verður í Føroyum eisini, men eg tori ikki at siga ov nógv um akkurát nær og til júst hvat tiltak, áðrenn allar avtalurnar eru komnar orduliga upp á pláss, sigur Janus Gunnarson.