Hevur meldað útlendingar fyri harðskap í Havn

Løgreglan fekk fleiri fráboðanir um harðskap um vikuskiftið

Ein maður hevur verið hjá løgregluni og hevur meldað nakrar útlendingar fyri harðskap.

Tað var sunnunáttina, at løgreglan fekk boð um, at ein maður helst var álopin av nøkrum útlendingum í Havn - men síðani vóru allir partar farnir hvør til sítt.

Løgreglan fekk tó skjótt fatur á manninum , sum skuldi havt verið fyri harðskapi, og hann hevði fingið eitt sindur av skaða.

Hann var biðin um at fara á skaðastovuna at fáa skaðarnar viðgjørdar og skjalfestar og stóð hann fast við, at hann hevði verið harðskapi, kundi hann venda aftur til løgregluna í gjár.

Og tað gjørdi hann so, tí í gjárkvøldið var hann aftur hjá løgregluni at melda útlendingarnar fyri harðskap.

Løgreglan sigur, at tey hava eina greiða ábending um, hvussu tey fáa fatur á hesum útlendingunum, og tað fara tey í holt við nú.

Men løgreglan hevur eisini fingið fleiri aðrar fráboðanir um harðskap. Ein maður meldaði duravørin á einum skeinkistaði fyri harðskap. Hann hevði ikki fingið nevnivert at skaða, men hann var ávirkaður, og tí varð hann biðin um at venda aftur til løgregluna, tá ið hann var edrúur aftur, men seinast, vit frættu, hevði hann ikki gjørt vart við seg.

Ein annar maður varð eisini í sambandi við løgregluna, tí hann segði seg hava verið fyri harðskapi. Hesa fer skuldi talan vera um tveir gerningsmenn, men hann kendi teir ikki.

Maðurin hevði onkran smávegis snudd, men ikki nakað, sum kravdi viðgerð, og eisini hann varð biðin um at vedna aftur, stóð hann fast við, at hann hevði verið fyri harðskapi. Seinast vit frætti, hevði heldur ikki hesin maðurin verið aftur í sambandi við løgregluna.

Men seinnapartin leygardagin varð løgreglan boðsend tí ófriður hevði tikið seg upp ímillum ein mann og eina kvinnu í einum húsum í Vágum.

Løgreglan sigur, at í tí førinum fór ein persónur á skaðastovuna til kanningar, og ein annar persónur er skuldsettur fyri harðskap.