Hevur sett danska verjumálaráðharranum spurning

Sjúrður Skaale spyr, um antennan hjá donsku verjuni á Bøllureyni kann flytast upp á Sornfelli

4. august segði danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, við Landsstýrið, at danir ynskja at seta ein nýggjan radara upp á Sornfelli. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur sett donsku stjórnini spurning um málið í dag.

Í tíðindaskrivi verður soleiðis greitt frá:

– Ynskið er ikki viðgjørt í Føroyum, men um tað verður eftirlíkað, kundi danska verjan kanska gjørt eina aðra íløgu í Føroyum í sama viðfangi: Á Bøllureyni, har vindmyllur skulu setast upp, stendur ein antenna hjá donsku verjuni. Hendan antennan, sum hon stendur nú, forðar helst fyri, at vindorkan á Bøllureyni kann nýtast til fulnar. Um hon verður flutt upp á Sornfelli, verður virksemið hjá verjuni savnað á sama stað - og Føroyar kunnu fáa meiri grøna orku.

Spurningurin er soljóðandi:

"Hvad er ministerens holdning til, at forsvarets radioantenne, der er placeret på Bøllureyn på Færøerne, bliver flyttet til Sornfelli, hvor en ny militær radar efter planen skal opsættes, således at placeringen af den ny vindmøllepark, der skal opsættes på Bøllureyn, ikke behøver tage hensyn til antennen, og således kan opnå optimal udnyttelse af områdets vindforhold?"