Hevur verið skrivari á 659 býráðsfundum

Hann hevur eisini verið ráðgevi hjá seks ymiskum borgarstjórum.

Jákup Frantz Larsen er álítandi, ábyrgdarfullur og politiskt óheftur.

Jákup Frantz Larsen er álítandi, ábyrgdarfullur og politiskt óheftur.

 

Fuglafjarðar kommuna fer at skipa fyri almennari móttøku fyri nýliga fráfarna kommunustjóranum, Jákupi Frants Larsen, og móttøkan verður hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin hin 23. oktober frá klokkan 14- 16. Við móttøkuna verður eisini høvið at heilsa upp á nýggja kommunustjóran hjá Fuglafjarðar kommunu, Henrik Weihe Joensen.

- Jákup Frants Larsen byrjaði í starvi hjá Fuglafjarðar kommunu hin 1. juni 1974, og var hann í starvi hjá kommununi í samfull 46 ár og tríggjar mánaðir, nú hann gavst tann 31. august í ár. Heilar 659 býráðsfundir hevur Jákup Frants luttikið í sum skrivari, og hann hevur verið næsti ráðgevi hjá seks ymiskum borgarstjórum.

Á Facebook-síðuni hjá Fuglafjarðar kommunu verður víst á, at Jákup Frants Larsen byrjaði sína starvstíð hjá kommununi sum skrivstovufólk, og fyrsta árið arbeiddi hann serliga við skattaviðurskiftum, sum kommunurnar tá umsótu. Longu í 1975 byrjaði Jákup Frants sum býráðsskrivari og leiðari av kommunalu fyrisitingini.

Síðani 2016 hevur arbeiðsheitið hjá Jákupi Frants Larsen verið kommunustjóri.

- Nógvar broytingar eru hendar í kommunalum høpi og í samfelagnum í heila tikið mongu árini, ið Jákup Frants hevur arbeitt í kommunalu fyrisitingini. Eisini í Fuglafirði eru stórar broytingar farnar fram á fleiri økjum, og við sínum dugnasemi og tokka til Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar hevur Jákup Frants megnað at stuðlað dugnaligum og framskygdum býráðspolitikkarum í at menna Fuglafjarðar kommunu til ein framkomnan bý við fjølbroyttum virksemi.

Umframt álitissessin sum býráðsskrivari og kommunustjóri, hevur Jákup Frants Larsen eisini havt týdningarmiklan leiklut í kommunufelagshøpi. Hann hevur verið formaður í starvsbólkinum í Kommunufelagnum, síðani felagið varð stovnað í 2014. Hann var eisini formaður í starvsbólkinum hjá Kommunusamskipan Føroya (KSF) árini frá 2009 til 2014.

- Eisini í hesum álitisstørvum hevur Jákup Frants Larsen ognað sær holla vitan um kommunal viðurskifti í breiðum týdningi, sum eisini starvsfólk og leiðarar úr øðrum kommunum hava fingið góða nyttu av.

Lagt verður aftrat, at stavsfelagar lýsa Jákup Frants sum mannin, ið hevur nógvar góðar eginleikar. Hann er gløggur, kvikur, bæði í sinn og skinn, og hann hevur eitt óvanliga gott minni. Onkuntíð hevur verið sagt um Jákup Frants, at hann er “eitt vandrandi leksikon”. Starvsfelagarnir hava tí verið tryggir við at hava havt Jákup Frants við sína lið, tí hann hevur verið álítandi, ábyrgdarfullur og politiskt óheftur í útinnanini av starvinum sum býráðsskrivari og kommunustjóri.

- Fuglafjarðar kommuna vil við hesum orðum takka Jákupi Frants Larsen fyri góða og trúgva tænastu fyri kommununa í øll hesi mongu ár. Eisini vil kommunan ynskja Jákup Frants, konuni Marjun og familjuni annars, alt tað besta í komandi tíðum, ljóðar heilsanin frá borgarstjóranum, Sonna á Horni.

Jákup Frantz Larsen er álítandi, ábyrgdarfullur og politiskt óheftur.