HEY-Runavíkar kommuna og Kaj Andreasen-Auto Service kappast á FM1

Firmakappingarnar á FM1 vera klokkan 14.10 og klokkan 14.30 seinnapartin í dag

Tvær firmakappingar vera á FM1 seinnapartin í dag

Tvær firmakappingar vera á FM1 seinnapartin í dag

Tvær kappingar vera í FIrmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1 klokkan 14.10 og klokkan 14.30 seinnapartin.

Tað vera HEY sum kappast móti Runavíkar kommunu, og P/F Kaj Andreasen sum kappast móti Auto Service í dag.

Liðini fáa tríggjar spurningar um ávikavist søgu, landalæru og film sum Kristian Joensen, quizmaster í Klaksvík hevur skrivað.

Haraftrat fáa fyritøkurnar tríggjar ljóðspurningar úr savninum hjá FM1, so talan er um seks spurningar í part. Stendur á jøvnum aftaná seks spurningar verður ein talspurningur, ið liðskipararnir skulu svara. Tann sum kemur nærmast rætta talinum vinnur kappingina.

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.

Tvær firmakappingar vera á FM1 seinnapartin í dag