Heystfagnaður á Eiði

Ein ómetaliga góð skrá sett upp í einum hefti við heili seks síðum av spennandi tiltøkum, sum strekti seg frá mikudegi til sunnudag.

Orð og myndir: Dávur Winther

Orð og myndir: Dávur Winther

Byrjað varð við at takka fyri gróðurin í Eiðis kirkju, har samvera var í Karmel aftaná við grýturætti - og í dag er eftir sunnudagsskúla og guðstænastu upphiting til 26. umfar í betri deildini.

##med2##

Hvørt neyst, kjallari, úthus, gamli handilin hjá Óla og niðurlagda fiskavirkið var í brúk til heystfagnaðin, har tú kundi keypa alt av handans slagi.

##med3##

Kanska var høvuðsstøðin á Lækjuvegi, har m.a. FM í fletting var á skrá, men øll bygdin var partur av hesum stóra tiltaki.

##ms##

Tú skuldi vera heppin at finna parkeringspláss, tí allastaðni stóðu bilar á teimum stóru parkerngsplássunum – Ja, bygdin var full av fremmendum bilum, so tiltakið “Heystfagnaður á Eiði” var væl vitjað.

##med4##

##med5##

Orð og myndir: Dávur Winther