Higartil eru yvir 100 suðuroyingar slopnir undan at fara til Havnar

– Nýggj útgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsið er nógv brúkt

 

 

Skannarin, sum varð tikin í nýtslu fyrr í ár, hevur verið rættiliga nógv brúktur. Tað sigur Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Hann sigur, at nú skannarin hevur verið í brúki í tveir mánaðir, hava 134 fólk verið til skanningar.

– Tað merkir, at allir hesir suðuroyingarnir eru slopnir undan at fara til Havnar til kanningar, sigur stjórin.

Hann sigur, at 15 av teimum 134 skanningunum, sum eru gjørdar, hava verið bráðneyðugar skanninga, og tað merkir, at var eingin skannari í Suðuroy, høvdu tey fólkini verið noydd at fara til Havnar í bráðskundi, kanska við tyrluni.

– Tað eru eisini dømi um, at suðuroyingar, sum hava fingið tíð til skanningar í Havn, hava fingið broytt tað, so at tey eru sloppin til skanningar á Suðuroyar Sjúkrahúsi ístaðin.

Hans Pauli Henryson sigur, at skanningin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er í tøttum, og góðum,samstarvi við Landssjúkrahúsið.

Ein skannari stóð rættiliga óvaliga á ynskilistanum hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí á hvørjum ári verða fleiri hundrað suðuroyingar sendir á Landssjúkrahúsið til skanningar.

At fáa ein skannara, hevur staðið rættiliga ovaliga á ynskilistanum hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi í fleiri ár, og nú hann er komin, er hann mannaður við tveimum radiografum, og tað merkir, at hann er til taks allan sólarkringin, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð, skuldi brúk verið fyri bráðneyðugum skanningum.