Higartil í ár hava 69 fólk biðið um hjálp fyri kynsligan ágang

– Talið er nógv størri enn í fjør, men talið á monnum, sum biðja um hjálp, er nógv hækkað

Fyrra hálvár í ár hava 69 fólk vent sær til hjálparfelagsskapin, Kris at biðja um hjálp tí at tey hava verið fyri kynsligum ágangi.

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Kris.

Tey leggja afturat at, at í sama tíðarskeiði í fjør var talið 44 fólk og sostatt eru tað 25 fólk fleiri, sum hava biðið um hjálp fyrra hálv ár í ár enn fyrra hálvár í fjør.

Men eitt, sum er merkisvert er, at nú eru tað nógv fleiri menn, enn vanligt, sum venda sær til Kris tí at teir hava verið fyri kynsligum ágangi onkuntíð í lívinum.

Í 2017 og 2018 var umleið ein fjórðingur, ella 24-25 prosent, av teimum, sum vendu sær til Kris, menn og eini 75-76 prosent, ella tríggir fjórðingar, vóru kvinnur.

Men fyrra hálvár í ár, eru tað 33 prosent av teimum, sum hava vent sær til Kris, menn, og sostatt er ein triðingur av teimum, sum biðja um hjálp, menn og tveir triðingar eru kvinnur.

– Ein orsøk til at Kris fær fleiri áheitanir frá monnum kann vera, at hesi seinastu árini hevur felagsskapurin í størri mun havt sjóneykuna á monnum. Eitt nú hava tiltøk verið við framløgum, har menn hava sagt frá, hvussu teir vóru fyri kynsligum ágangi, tá ið teir vóru smádreingir.

Endamálið hjá Kris er at geva fólki, sum stríðast við sálarligar trupulleikar av kynsligum ágangi, vegleiðing og hjálp. Og endamálið er eisini at upplýsa um kynsligan ágang í samfelagnum.

– Kynsligur ágangur skal ongantíð góðtakast, og málið hjá okkum má vera, at í Føroyum skal eingin vera fyri kynsligum ágangi, siga tey í Kris.

Og tað minna tey politikararnar á, nú valstríðið er í hæddini til løgtingsvalið 31. august. Og tí halda tey eisini, at vit eiga at gera meiri fyri at taka hetta álvarsmál upp.

 

##med2##

Hesar talvurnar vísa, hvussu kynsbýtið er ímillum menn og kvinnur hjá teimum, sum biðja um hjálp frá Kris