Himmalin í meinigheitshúsinum í Havn

Í fjør royndi meinigheitshúsið í Havn eitt nýtt tiltak, og tað verður nú endurtikið. Í ár er evnið himmalin

Tiltakið byrjar í kvøld og heldur fram til sunnukvøldið. Tað eru Alfred Olsen, leikmaður, og Øssur Kjølbro, prestur, ið fara at viðgera hetta evnið nærri.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at spurningar, sum verða umrøddir, eru eitt nú: Hvussu verður himmalin? Hvat hendir eftir deyðan og inntil uppreisnina? Hví bíðar alt skapanarverkið eftir uppreisnini? Hvat merkir tað, at vit síggja Gud? Verður gamla jørðin oyðiløgd ella endurnýggjað? Hvat er tað nýggja Jerúsalem? Verður tað tíð og rúm, sól og máni, sjógvur og vatn? Hvussu verður likam okkara? Eta og drekka vit? Hvussu verður við familju, vinum, hjúnafelaga? Verður tað nakrantíð keðiligt? Hvat við list, ítrótti og undirhaldi?

Hvørt kvøld verður byrjað klokkan 19.30, tó sunnukvøldið klokkan 18.

Tað verður eisini sangur á skránni. Katrin á Borg Johannesen og kvinnubólkurin Tabita framføra.