Hita upp til Summar Festivalin við serligum palli

Summar Festivalurin fer av bakkastokki í annaðkvøld, tá Victoria á Lakjuni fer á pall í Tjaldinum klokkan 19, men longu í kvøld kunnu klaksvíkingar og vitjandi savnast um tónleikin.

Eins og undanfarna ár skipar Summar Festivalurin nevniliga fyri einari flótandi konsert á vágni dagin sum upphiting til festivalin. Flótandi pallurin verður innarliga á vágni, og umborð vera tónleikarar og sangarar.

Í ár fara tvær songkvinnur at syngja nakrar sangir og smærri verk. Tær eru Ingibjørg Hansen og Daisy Johannesen Lolk. Tónleikarar vera Páll Sólstein og Rani Nolsøe.

Tað er Summar Festivalurin og Klaksvíkar kommunu í felag, ið skipa fyri konsertini í kvøld.