Hitabylgja í Europa: Vit fáa 18 hitastig

Kring Europa verður upp í 40 hitastig komandi vikuna – vit fáa upp í 18 stig

(Mynd: Ingi Sørensen)

(Mynd: Ingi Sørensen)

Komandi vikan verður heit kring Europa. Nýggj hitabylgja er ávegis, og tað merkir um 40 hitastig fleiri staðni í Europa – eitt nú í Spania, Fraklandi, Hollandi, Belgia og Týsklandi.

Eisini longur norðuri í Europa verða yvir 30 stig fleiri dagar í næstu viku – eitt nú í Danmark.

Spurningurin er so, um hitabylgjan røkkur til Føroya. Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað í komandi viku verða upp í 18 hitastig í Føroyum, og so kunnu fólk sjálvi avgera, um tað kemst av einari europeiskari hitabylgju ella ikki.

Í dag og í morgin verður hitin millum 10 og 15, og mikudagin kann hitin koma upp í 18 stig. Hósdagin og fríggjadagin roknar DMI aftur við 10-15 hitastigum.

(Mynd: Ingi Sørensen)