Gøta við Gjógv verður umvæld

Arbeiðsmenn hjá Sunda kommunu hava í nakrar dagar gjørt klárt til, at 15 sjálvboðnir útlendingar í dag eru komir til Gjáar at arbeiða. Teir arbeiða har í dag og í morgin.


Sunda kommuna er partur av átaki hjá Visit Faroe Islands, har útlendingar sjálvbodnir eru komnir til Føroya at gera viðlíkahaldsarbeiði í økjum, har nógv slit sæst. Við Gjógv fara útlendingarnir at arbeiða við gøtuni niðan á ovara Næsa, sum gongur fram við Gjónni, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

##med2##

Gøtan er sera slitin og liggur í brøttum lendi. Útlendingarnir fara í samstarv við arbeiðsmenn hjá kommununi at byggja eina trappu, seta nýggja girðing upp og annað.

Alt arbeiðið verður gjørt í samráð við eigararnar og hagastýrið.

Myndir av fyrireikingararbeiðinum eru frá Sunda kommunu. 

##med3##