Hjálpargrunnur til børn leggur arbeiðið niður

Tey rinda bankanum negativa rentu av pengunum, sum standa í grunninum, men tey lata nakrar stórar gávur, áðrenn tey leggja stilt

Barnahjálpargrunnurin fer nú at leggja arbeiðið stilt í eina tíð, tað boða tey frá í tíðindaskrivi í kvøld. Men áðrenn tey leggja stilt, fara tey at lata nakrar stórar gávur til felagsskapir, sum hava við børn at gera, men sum ikki fáa nevnivert av almennum stuðuli. Tey, sum fáa gávurnar, er Berin, Barnabati, Kvinnuhúsið, Krabbameinsfelagið, Zarepta og Leguhúsið í Nesvík.

Men orsøkin til at tey síðani leggja stilt, er, at rentan er so lág, at inntøkurnar hjá Barnahjálpargrunninum eru minkaðar rættiliga nógv. Samstundis rinda tey eisini bankanum negativa rentu av peninginum, grunnurin eigur á bók.

Hesi seinastu 80 árini hevur grunnurin annars brúkt inntøkur frá rentum av stovnsfænum, og inntøkur av gávum, til at hjálpa treingjandi, faðirleysum, børnum í Føroyum, men seinni var endamálið broytt til at hjálpa treingjandi børnum yvirhøvur í Føroyum.

Sjey menn vóru við til at stovna sjálveigandi Barnahjálpargrunnin í apríl 1942. Stovnarar og limir í fyrstu nevndini vóru Petur Háberg, Hans Andrias Djurhuus, Gunnar Mohr, Jens Christian (Kissa) Christiansen, Ludvík Breckmann, Johannes Samuelsen (í Horni) og Karsten Petersen. Sambært viðtøkunum fyri grunnin velur nevndin nýggjan nevndarlim, tá ein fellur frá ella sigur seg úr nevndini.

Tey fyrstu 60 árini søktu foreldur og avvarðandi sjálvi grunnin um barnastyrk, men hesi seinastu 20 árini hevur grunnurin sjálvur, við hjálp frá heimildarfólkum kring landið, latið stuðul til barnafamiljur, har mett varð, at ein stuðul hevði komið væl við.

Men hesi seinastu árini eru inntøkurnar hjá grunninum minkaðar, tí rentan hevur verið lágt, og harafturat rinda tey revsirentu av stovnsfænum hjá grunninum.

– Samstundis eru játtanirnar hjá Landi og kommunum til barnaansing, lestrarstudning, barnaheim, barnafrádrátt í skatti, barnavernd, kontantstuðul og onnur endamál til børn, øktar ú lítlum og ongum fyri 80 árum síðan til 900 milliónir um árið nú á døgum.

– Grunnurin verður ikki niðurlagdur, men leggur stilt, til tað aftur ber til at fáa inntøkur rentunum av stovnsfæ og sjálvbodnum gevarum, siga tey.

Í nevndini í Barnahjálpargrunninum er nú Beinta Háberg Jacobsen, forkvinna, Óli Breckmann, næstformaður, Jógvan Christiansen, kassameistari, Kristian á Dul, Bergtóra Hanusardóttir, Árni Svartafoss og Dorthea Winther.