Hjalti Thomsen í starv á endurnýtsluni

Í november søkti Vágs kommuna eftir starvsfólki til endurnýtsluna hjá kommununi, sum er móttøkupláss fyri burturkasti og lutum til endurnýtslu.

Og undan jólum varð Hjalti Thomsen settur í starv á endurnýtsluni, skrivar sudurras.fo.

Hjalti Thomsen er 45 ára gamal og hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan fleiri ymisk øki.  Frá 1. februar 2020 kemur Hjalti at hava um hendi endurnýtsluna hjá Vágs kommunu.

Endurnýtslan hjá Vágs kommunu flytir í næstum á nýtt økið inni við Tórmansá, har umstøðurnar verða bæði betur og rúmligari. Á nýggja endurnýtsluplássinum verður eisini gjørd ein uppraðfesting tá umræður skiljing av burturkasti, umframt at farið verður undir at gera lívrunnið tilfar um til kompost / sankutøð.