Ukraine: Fólkið valdi skemtara til forseta

Volodymyr Zelenskij fegnast yvir úrslitið av fyrstu exit poll kanningini. Mynd: Ritzau Scanpix

Volodymyr Zelenskij fegnast yvir úrslitið av fyrstu exit poll kanningini. Mynd: Ritzau Scanpix

Volodymyr Zelenskij verður næsti forsetin í Ukraina, aftaná at hann valið móti sitandi forsetanum Petro Porosjenko. Tað skrivar Danmark Radio í kvøld.

41 ára gamli Volodymyr Zelenskij hevur frammanundan ongar politiskar royndir, men er í heimlandinum ein kendur skemtari, ið millum annað hevur havt ein leiklut í eini sjónvarpsrøð sum forseti.

Valstríðið hjá honum var sermerkt á tann hátt, at hann noktaði at koma við nøkrum lyftum ella politiskum ætlanum. Á tann hátt, greiddi hann frá, kundi hann ikki bróta nøkur lyftir ella skuffa veljarar.

Sambært Danmark Radio bendir alt á, at nýggi forsetin vann stórsigur á valinum. Fyrstu uppteljingarnar vísa, at hann fekk heili 73 prosent av atkvøðunum, meðan sitandi forsetin fekk 25 prosent. 

Volodymyr Zelenskij fegnast yvir úrslitið av fyrstu exit poll kanningini. Mynd: Ritzau Scanpix