Høgætt í fleiri dagar afturat

Summarhitin sæst ikki í veðurforsøgnini

Danska verðurstovan DMI roknar við, at tað verður høgætt í fleiri dagar afturat, og í besta føri kemur hitin upp í nýggju stig onkrar løtur fram til hósdagin.

Í morgin verður 5-10 m/s av landnyðringi, eitt skifti upp í 13 m/s. Mest turt, men skýggjað partar av degnum. Sólin kagar kanska fram út á dagin. Hitin verður millum 6 og 9 stig, mikunáttina niður í 3 stig.

Mikudagin verður 5-10 m/s av norði og landnyðringi. Turt og nakað av sól. Hitin um dagin verður millum 6 og 9 stig, hósnáttina niður í 3 stig.

Hósdagin verður 5-10 m/s av landnyðringi, onkrar løtur upp í 13 m/s. Skýggjað og turt, men út á kvøldið ælaveður. Hitin alt døgnið millum 4 og 8 stig.

Fríggjadagin verður ættin eystan, og tá kann hitin sníkja seg upp á 11 stig.

(Mynd: Ingi Sørensen)