Høgligari ferðing millum Grønland og USA

- Vit eru nú so nær, at vit tora at lova, at amerikanski marknaðurin næsta ár kemur nógv tættari Grønlandi, sigur fíggarstjórin í Air Greenland.

 

Eftir hálvt annað ára fyrireiking er Air Greenland nær við at skapa eitt søguligt samstarv við kappingarneytan, Icelandair, sum við flogrutum bindir grønlendska høvuðsstaðin Nuuk saman við fleiri amerikanskum stórbýum - um lufthavnina í Keflavík.

Hví skulu grønlendingar heilt til Keypmannahavnar fyri at sleppa yvir á amerikanska kontinentið, og hvussu kunnu grønlendingar fáa fleiri amerikansk ferðafólk til Grønlands?

Hugskotið ljóðar einfalt, men er meira fløksjaligt enn tað, tí Grønland tekniskt sæð hoyrir við til amerikanska marknaðin, meðan Ísland hoyrir undir Evropa. Hetta skapar avbjóðingar, tá viðskiftafólk skulu bíleggja sær flogferðaseðil on-line.

Men, hesa nøtina hava flogfeløgini nú brotið, sum tey rópa tað. Bæði Air Grønland og Icelandair hava nú ásannað, at talan er um eina win-win-støðu.

- Vit eru nú so nær hesi ætlan og ymiskum avtalum, at vit tora at lova, at amerikanski marknaðurin næsta ár kemur nógv tættari Grønlandi, sigur fíggarstjórin í Air Greenland, Maliina Abelsen.

Hon greiðir frá, at fyri viðskiftafólkini skal tað vera møguligt at bíleggja ein ferðaseðil til ein amerikanskan stórbý við skifti av flogfari í Keflavík, og hetta skal kunna gerast um heimsíðuna hjá Air Greenland.

Tá ferðafólk hava sett viðførið frá sær við check-in-bandið í Nuuk, fáa ferðafólk ikki viðførið aftur fyrr enn í amerikansku floghavnini, tá farið verður hagar.

Haraftrat verða flogruturnar so væl skipaðar, at bert ein tími verður at bíða í Keflavík, áðrenn Icelandair tekur yvir og flytir ferðafólk og viðføri til ein av býunum í USA, hagar íslendska flogfelagið flýgur.

- Vit vænta, at prísurin verður nakað dýrari enn prísurin er fyri ein Nuuk-Kangerlussuaq-Keypmannahavnar-ferðaseðil, sigur Maliina Abelsen.

Fíggarstjórin í Air Greenland heldur, at fyri grønlendska flogfelagið verður hetta eitt ógvuliga spennandi samstarv við Icelandair.

- Amerikansk ferðafólk eru ógvuliga kræsin, og mong velja Grønand frá, tá tey í dag skulu gjalda eina dýra hotelrokning í Íslandi, áðrenn tey sleppa víðari til Nuuk, sigur Maliina Abelsen, við Sermitsiaq.ag.