Høglini raktu hús - og kanska eisini fólk

Í gjár varð ein maður meldaður fyri at skjóta við byrsu so nær landið, at høgdlini komu upp á land

Seinnapartin í gjár varð ein maður meldaður fyri at hava skotið við byrsu alt ov nær landið.

Løgreglan sigur, at talan var um ein bát, sum var farin at skjóta fugl, men hann hevði skotið so nær landið, at tá ið høglini stukku upp úr sjónum, hoyrdu fólk tey koma í hús.

Eitt fólk segði eisini, at tað hevði fingið høgl á seg, men løgreglan fekk ikki staðfest, at talan var um høgl, - og talan var í hvussu so er ikki um fólkaskaða.

Hetta var í Norðoyggjum, og løgreglan fann fram til bátin, og mannin, sum var við og nú verður málið so kannað og samstundis skal støða takast til, hvat maðurin við byrsuni skal skuldsetast fyri.

Hetta er fjórðu ferð, bara hesa vikuna, at løgreglan fær boð um menn, sum eru ov skjóta fugl, men sum eru so nær landið, at tað loypir ótta á fólk.

Hósdagin fekk løgreglan nevniliga tríggjar fráboðanir um tað sama. Les meiri um : tað her: Føldu seg ótrygg av monnum sum skutu við byrsu