Høgna dámar ikki Høgna

Høgni Mohr er komin við yrkingasavni við heitinum ”mær dámar ikki høgna hoydal”. Við sjey útgávum í skjáttuni, er vágbingurin í Havn ein rithøvundur, ið er samfelagskritiskur og sum dámar at seta spurnartekin við autoritetar. Her fara vit í dýpdina við rithøvundinum, ið endiliga aftur fekk starvsløn, og sum ikki hevur bil, fartelefon ella facebook

At ringja ella skriva á facebook nyttar ikki. At enda finni eg eina teldupostaddressu. Tá kemur svarið skjótt. Vit avtala at hittast á Býarbókasavninum í Havn.

Høgni, tú er komin við nýggjum yrkingasavni við heitinum ”mær dámar ikki høgna hoydal”. Dámar tær ikki Høgna Hoydal?

– Tað kemur sum so ikki málinum við. Hetta eru yrkingar. Man hevði nokk ikki spurt tann, sum sigur, at áin lær, um hann meinar tað, at áin flennir, tá ið hon rennur omaneftir. Tað hevur ikki nakað beinleiðis við Høgna Hoydal at gera, at heitið er soleiðis, sigur hann.

Hví er heitið á bókini, sum tað er?

– Tað er tematiskt nakað, ið rennur gjøgnum allar yrkingarnar, at tað eru sera nógv ting, ið mær ikki dámar. Tað er tó ikki í øllum førum hatur, ið sipað verður til. Altso ikki nakrir ávísar persónar, men eg valdi at nevna bókina soleiðis, sigur Høgni Mohr.
Hóast tað er komið út á heystið, og tað hvítnar í tindunum, so er Høgni í stuttum buksum. Súkklan stendur uttanfyri. Í morgun hevur hann verið ein túr uppi á Kongavarða.

Vil vera formleysur

Hetta er fyrsta yrkingasavnið, ið Høgni Mohr gevur út. Hann heldur seg kortini ikki til tann klassiska háttin at yrkja við rími og rytmum.

– Tað er formleyst. Mítt perspektiv inn á ta tíðina, vit líva í, er, at tað er formur og ikki so nógv innihald. Okkara lív og okkara samfelag er sera nógv formur. Eg vil eitt sindur burtur frá tí, og royni heldur at hava meir innihaldi. Tað formleysa ímyndi eg mær sum træðrir, sum fara út og enda onkustaðni og vaksa seg til eitt ella annað, sigur hann.Lesið alla samrøðuna við Høgna Mohr í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið.