Høgni Reistrup nýggjur formaður í Fjølrit

Felagið hjá rættindaeigarum hevur havt aðalfund og fingið nýggja stjórn. Høgni Reistrup er nú formaður

 

 

Stjórn og umsitari á Fjølrit eru frá vinstru: Høgni Reistrup, formaður, Helle Thede Johansen, næstforkvinna, Heidi Durhuus, umsitari, og Niels Jákup Thomsen, stjórnarlimur (Mynd: Fjølrit).

Stjórn og umsitari á Fjølrit eru frá vinstru: Høgni Reistrup, formaður, Helle Thede Johansen, næstforkvinna, Heidi Durhuus, umsitari, og Niels Jákup Thomsen, stjórnarlimur (Mynd: Fjølrit).

Fyrrverandi formaður, Alti K. Petersen (Føroysk tónaskøld), og Jonhard Mikkelsen, fyrrverandi skrivari (Føroysk Bókaforløg), stillaðu ikki uppaftur til stjórnina.

Høgni Reistrup (Føroysk tónaskøld) og Niels Jákup Thomsen (Føroysk bókaforløg) stillaðu upp, og umboðsráðið valdi einmælt teir báðar í stjórnina, boðar Fjølrit frá í tíðindaskrivi.

Helle Thede Johansen (Rithøvundafelag Føroya) stillaði uppaftur og bleiv afturvald.

Beint eftir aðalfundin skipaði stjórnin seg við Høgni Reistrup sum formanni, Helle Thede Johansen sum næstforkvinnu og Niels Jákup Thomsen sum stjórnarlimi.

Umboðsráðið takkaði Alti K. Petersen og Jonhardi Mikkelsen fyri langt og gott avrik sum stjórnarlimir, og teir fingu eina gávu.

Til umboðsráðsvalið stillaði Ole Wich (Føroysk myndlistafólk) uppaftur sum fomaður og bleiv valdur. Eisini Kim Simonsen (Rithøvundafelag Føroya) stillaði uppaftur sum næstfomaður og bleiv valdur.

Uni Arge (Føroysk miðlafólk) bleiv afturvaldur sum varalimur, og Steintór Rasmussen (Rithøvundafelag Føroya) bleiv valdur inn sum nýggjur varalimur.

Við á fundinum var umboðsráðið, stjórnin, umsitarin og fýra limir frá limafeløgunum.
Fjølrit er felagsskapur, sum umsitur og býtir út viðurløg fyri at brúka upphavsrættarliga vard verk vegna rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk, yrkismyndafólk, mi​ðlafólk og bókaforløg. Felagsskapurin varð endurreistur herfyri, eftir at upphavsrættarlógin kom á føroyskar hendur. Fjølrit hevur millum annað gjørt avtalur við Mentamálaráðið, kommunur, KvF og Barnabata um gjøld fyri at nýta vard verk.

Stjórnin hevur fyrsta stjórnarfundin týsdagin 3. mars.

Hevur tú eina fagursøgu, yrking, mynd, ein yrkistekst ella sangtekst ella eitt sanglag, sum er givið út, so ert tú rættindahavi. Tú ert somuleiðis rættindahavi, tá ið tú hevur víst til dømis málning, mynd ella líknandi alment fram. Er verkið hjá tær brúkt alment, kanst tú skráseta teg hjá Fjølrit, ​https://fjoelrit.fo/raettindahavaskraseting/

Hetta er eisini galdandi, tá ið tú hevur arvað rættindi, boðar Fjølrit frá.

Stjórn og umsitari á Fjølrit eru frá vinstru: Høgni Reistrup, formaður, Helle Thede Johansen, næstforkvinna, Heidi Durhuus, umsitari, og Niels Jákup Thomsen, stjórnarlimur (Mynd: Fjølrit).