Høll fyri 80-120 milliónir

Ein arbeiðsbólkur arbeiðir við ætlan um at byggja eina stórhøll á Strondum, har møguleiki er at spæla heimalandsdystir hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, og har pláss er fyri 3.500 áskoðarum. Høllin fer at kosta millum 80 og 120 milliónir krónur

 

 

Alexandur Johansen

Alexandur Johansen

– Vit halda, at Strendur er ein sera góð staðseting fyri eini tílíkari høll, nú Eysturoyartunnilin fer at knýta landið meira saman. Tað er skjótt at koma til frá øllum síðum, sigur Alexandur Johansen, sum er ein av teimum fýra, sum arbeiða við ætlanunum at gera eina stórhøll á Strondum.

Arbeitt hevur verið við ætlanunum eina tíð, og ymiskir møguleikar eru kannaðir.

– Vit hava tosað við Sjóvar kommunu, og kommuna er sera jalig til ætlanina. Kommunuval verður í heyst, og verandi kommunustýrið vil ikki binda eitt komandi kommunustýri fíggjarliga í eini tílíkari ætlan, og tað skilja vit væl. Men vit rokna við, at hetta verður eitt týðandi mál hjá einum komandi kommunustýri at taka støðu til, sigur Alexandur Johansen.


Høll við altjóða krøvum

Nýggja høllin verður eftir ætlan 80 x 50 metrar, svarandi til 4.000 fermetrar.

– Høllin skal hýsa øllum heimadystum hjá føroysku hondbóltslandsliðunum og skal tí uppfylla øll altjóða krøv. Tí skal hon rúma 3.500 áskoðarum, sum koma at sita væl í eini nútímans høll. Talan er um flytfør áskoðarapláss, sum fara aftur móti vegginum, tá ið tey ikki verða brúkt, sigur hann.

##med2##

Umframt stóru høllina verða skiftingarhøli, forhøll, goymsla og fleiri onnur høli.  

– Umframt hondbólt eru møguleiki hjá fleiri øðrum ítróttargreinum at nýta høllina. Møguleiki er eisini at hava stórar ráðstevnur, samkomur, konsertir og onnur tiltøk í høllini. Vit arbeiða eisini við møguleikanum at hava handlar, smærri ráðstevnuhøli og annað í høllini, sigur Alexandur Johansen.

Arbeiðsbólkurin hevur hugt eftir líknandi høllum í Danmark og aðrastaðni.

– Tað ber til at byggja við ymiskum modulum. Men tað er tó týdningarmikið fyri okkum, at góðskan er í lagi. Vit vænta, at prísurin fer at vera onkustaðni millum 80 og 120 milliónir krónur, sigur hann.

Lesið alla samrøðuna við Alexandur Johansen og aðrar greinir um ætlaðar stórhøllir á Strondum og í Havn í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið. Møguleiki er eisini at lesa blaðið her.

Alexandur Johansen

Tekning av nýggju stórhøllini á Strondum