Keldan hevur páskastevnu

Annaðhvørt ár skipar Keldan í Skálafirði fyri páskastevnu. Nú er stevna aftur, og hon hevur fingið heitið ”Livandi vón”

Í ár verða tað serliga útlendskir talarar, sum fara at seta dám á stevnuna. Sviin, Carl-Gustaf Severin, hevur áður talað á tveimum páskastevnum í Kelduni, og hann verður við aftur í ár. Hann er eftir hondini vorðin ein kendur vinur hjá mongum føroyingum, verður sagt í tíðindaskrivi. 

##med2##

Eisini verður Sebastian Stakset úr Svøríki við. Hann er kendur sum “Sebbe Staxx”. Hann bleiv sera kendur sum rappari og livdi eitt lív í uppreistri og harðskapi. Hann fekk nýggja vón, tá ið hann møtti Jesusi, og lív hansara broyttist fullkomiliga.

##med3##

Eisini vitjar avstralski Joel Ramsey. Í 2017 fluttu hann og konan til Suðurafrika. Har hava tey virkað sum trúboðarar og saman stovnað felagsskapin ”Awaken Africa”. Fyri tveimum árum síðani vóru Joel og Savannah í Føroyum og hildu eina møtirøð.

##med4##

Páskastevnan byrjar í dag og heldur fram til 2. páskadag. Keldan væntar nógv fólk hesar dagarnar, og tiltøk eru bæði fyri børn, ung og vaksin.