Høvdu yvir 3.000 gestir færri

Føroyingar hava bjargað støðuni

Nógvar sengur hava staðið tómar, men myndin er tilvildarliga vald

Nógvar sengur hava staðið tómar, men myndin er tilvildarliga vald

Korona hevur framvegis stórar avleiðingar fyri føroysku gistingarhúsini. Hagstovan hevur gjørt upp fyri november og útslitið her, at hendan mánaðin í fjør, vóru 3.323 færri gistinætur á gistingarhúsunum enn í november í 2019. Tað er ein minking upp á 33 prosent.

Talið á gistináttum vísir, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Gista tíggju fólk í tríggjar nætur, er hetta 30 gistinætur. Tilsamans vóru 6.614 gistinætur á teimum føroysku gistingarhúsunum í november í fjør, har tað vóru 9.937 gistinætur í november í 2019.

Lutfalsliga eru tað gistingarhúsini uttan fyri Havnina, sum hava mist mest. Í november í 2019, høvdu gistingarhúsini uttan fyri Havnina, 1.999 gistinætur, men í november í fjør var tað bara ein viðfáningur aftur ímóti, ella 768 gistinætur. Harafturímóti høvdu gistingarhúsini í Havn 7.983 gistinnætur í november í 2019, men í november í fjør vóru gistinæturnar 5.864 í tali.

Talið á danskarum, sum vóru her í november, var 32 prosent minni í november í fjør enn í 2019, men talið á øðrum útlendingum er minkað heili 76 prosent. Hinvegin hava føroyingar gjørt nógv burtur úr at gista á hotelli so í november í fjør, høvdu føroyingar 4.640 gistinætur á hotellunum ymsastaðni í landinum, og tað eru heili 24 prosent meiri enn í november í 2019.

Føroyingar vóru eisini bestu viðskiftafólkini hjá hotellunum kring landið í november í fjør, tí  donsku gestirnar høvdu 2.011 gistinætur í Føroyum og fólk úr øðrum londum høvdu bara 963 gistinætur.

Nógvar sengur hava staðið tómar, men myndin er tilvildarliga vald