Høvuðskravið er listarlig og faklig dygdareyðkenni

– Høvuðskravið er, at tað skulu vera listarlig og faklig dygdareyðkenni í tí, sum vit lata stuðul til. Vit leggja eisini dent á talentmenning. Hvar fólk búgva í landinum vigar ikki so nógv, tá ið stuðul skal latast, sigur Ingun í Skrivarastovu, forkvinna í Mentanargrunni Landsins

Ingun í Skrivarastovu

Ingun í Skrivarastovu

Tað eru fimm fólk, ið meta um og velja út, hvørji listafólk skulu fáa starvsløn og listafólkaløn úr Mentanargrunni Landsins. Í ár høvdu tey tilsamans 6,4 milliónir krónur at býta út. 3,1 millión til starvslønir og 3,3 til listafólkalønir.

 43 av 138 fingu játtandi svar

– Vit fáa nógvar dygdargóðar umsóknir inn á hvørjum ári, og vit kundu ynskt at stuðla fleiri av teimum, enn vit hava møguleika til, tí at játtanin er avmarkað, sigur Ingun í Skrivarastovu.

Í fjør fekk nevndin til dømis 111 umsóknir til starvsløn, av teimum fingu 40 játtandi svar. 27 umsóknir vóru til trý ára listafólkalønina, og trý fingu játtandi svar.

Hon vísir á, at sum játtanin er, røkkur hon ikki til meira enn at umleið 30-40 fáa játtandi svar. Tað er sostatt á hvørjum ári ein stórur bólkur av umsøkjarum, ið fáa noktandi svar.

– Eg hevði ynskt, at játtanin hækkaði á hvørjum ári, so at fleiri fingu stuðul, sigur hon.

 

Fylgja treytum í lóg og starvsskipan

– Avmarkaða játtanin ger, at vit noyðast at siga nei til fleiri góðar umsóknir. Tí haldi eg, at tað er umráðandi, at fólk søkja aftur, hóast tey hava fingið noktandi svar, sigur forkvinnan.
Hon vísir á, at tá ið tey meta um, hvør skal fáa, so fylgja tey fyrst og fremst teimum treytunum, ið lógin og starvsskipanin ásetir.

– Tað er ásett, at tað, ið vit stuðla, skal vera av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum. Tað er ikki soleiðis, at onkur listagrein vigar meira enn onnur, tað kemur fyrst og fremst an uppá umsóknina og dygdina, sigur Ingun í Skrivarastovu.

Lesið meira í vikuskiftissosialinum, sum hesarferð hevur tema um starvs- og listafólkalønir. Sí millum annað Topp-40 listan, hvør hevur fingið flest mánaðar-lønir síðani 2001 eins og nógv annað spennandi tilfar um evnið. Vikuskiftissosialurin er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.

Ingun í Skrivarastovu