Vekir gomul minnir

Vetrarjazzurin nýtir gamla búmerkið hjá Bluesfestivalinum.

Vetrarjazzur verður í januar.

 

Stuttligt er, at maðurin, sum í mong ár skipaði fyri Jazz., Fólka- og Bluesfestivalinum, Brandur Øssursson, hevur givið Vetrarjazzi loyvi at nýta búmerkið hjá gamla festivalinum. Hetta vekir óivað minnir hjá mongum.

 

Fyrireikararnir av Vetrarjazzi siga soleiðis um tiltakið:

 

 Vetrarjazzur frá 27. jan til 1 febr. 2015 

Konsertir í Norðurlandahúsinum leygardag og sunnudag
Vitjandi bólkar og solistar: Focus (NL), Espen Berg Trio (NO), Arnold Ludvig (DK/Togo/FR), Frisk Frugt (DK), Amine Nouri (Tunis) o.fl.
Billetsølan byrjar týsdmorgun 11. nov. kl.10.00

Vitjandi bólkar og solistar eru:
Focus (NL), Espen Berg Trio (NO), Arnold Ludvig (DK/Togo/FR), Frisk Frugt (DK), Amine Nouri (Tunis)

 

Harafturat verða fleiri enn 20 bólkar úr tað blómandi jazztónleikalívinum í Føroyum á skránni.

 

 

Brandur er við

Havnar Jazzfelag, sum skipar fyri festivalin hevur eisini bjóðað veteraninum Brandur Øssursson at spæla. Samstundis hevur Brandur givið Vetrarjazz loyvi at nýta gamla logoið hjá Tórshavnar Jazz Fólka og Bluesfestivalin frá 1984

 

Konsertir verða í Tórsgøtuøkinum 27-31. januar: Reinsarínum, Hvonn, Sirkus og Kaffihúsinum í Vágsbotni.
Leygardagin 31. januar verða konsertr frá kl 14-22 í Norðurlandahúsinum, har m.a. legendariski hollendski bólkurin Focus við Tijs van Leer fer at spæla. Millum mongu hittini hjá Focus, sum eru spæld nógv í Føroyum, kunnu nevnast løgini Sylvia og Hokus Pokus o.fl.



Sunnudagin 1. Februar verða barnakonsertir í Norðurlandahúsinum. Tað er navnframa Jensina Olsen skipar fyri barnakonsertini, ið hon kallar “BarnaTammTamm”.